Valskipanin loyvir misbrúki av atkvøðum

Verandi valskipan ger, at fólk ikki kunnu kenna seg trygg í, at teirra atkvøða fær ta ávirkan, sum veljarin ætlaði.

Í dag er okkara valskipan soleiðis skipað, at eitt valevni, sum verður valt inn fyri ein ávísan flokk, kann skifta flokk í valskeiðnum. Tað førir við sær, at atkvøður verða misbrúktar til annað endamál enn tað, tær vóru ætlaðar til.

Sjálvstýri fer at virka fyri, at tað í framtíðini ikki skal bera til at taka atkvøður við sær úr einum politiskum flokki inn í ein annan.

Rúna Sivertsen

Valevni hjá Sjálvstýri