Í oktobur 1962 skifti eg orð við Willy Brandt, sum tá var yvirborgarstjóri í Berlin. Vit vóru tó ikki tveireinir, tí eg var saman við 25 øðrum stjórnmálalesandi við universitetið í Århus. Henda lærugrein fekk ein tungan burð. Í 1959 vóru vit 12 sum byrjaðu, men á jólum vóru bert 5 eftir. Árið eftir komu fýra, so tað sá svart út.
Í 1961 lósu vit í fjølmiðlunum, at Margreta kongsdóttir hevði gjørt av at flyta heimanifrá og koma til Áarósar at lesa stjórnmálafrøði. Hetta gav mikla umrøðu og gjørdi, at vit fingu fleiri næmingar. Hon var eisini ein góður kammeratur, og vit vóru heilt imponeraði av, hvussu væl hon dugdi at tekna samstundis, sum hon kundi fylgja við til fyrilestrarnar.
Nú vit vóru so nógvir studentar var tørvur á einum felag. Har hendi tað løgna, at teir vildu hava kaldbaksdreingin til skrivara í nevndini. Tað fall tí í mín lut at skipa fyri lestrarferð til Berlin í oktober 1962, eitt ár eftir, at berlinmúrurin var komin upp at standa. Eg skrivaði tí bræv til Willy Brandt og spurdi hann, um vit kundu hitta hann á máli. Nakrar dagar seinni kom postmaður til mín við skundbrævi frá Berlin við boðum um, at yvirborgarstjórin, sum var staddur í USA, hevði givið boð um, at hann fegin vildi hitta okkum. Millum fundirnar hann hevði havt við Kennedy forseta, og aðrar mætar menn, hevði hann fingið tíð at taka støðu til hendan fund.
Vit komu í góðari tíð, og tá Willy Brandt kom, heilsaði hann okkum við handartaki. Hann hevði verið politiskur flótti í Noregi og Svøríki um 1933-45. Lætt var tí at tosa við hann, og vit tóku nógv evni upp.
Eg loyvdi mær at spyrja hann, hvussu hann helt, at endi kundu fáast á tí kalda krígnum. Eg helt, at ein og hvør kundi skilja, at spenningurin millum eystur og vestur ikki kundi halda fram, og innan eini tjúgu ár mátti alt broytast. Spurningurin kom honum dátt við, men hann viðgekk, at hetta var neyðugt at umhugsa væl og virðiliga.
Onnur hava helst spurt hann sama spurning, og hann fekk í lag gott samstarv millum Týskland og londini eystanfyri. Nú hevur hann ligið nógv ár undir grønu torvu, men ongantíð hevur verið meira brúk fyri státsmonnum, sum kunnu fáa í lag friðarliga samvinnu millum ósamd lond.
Við sjálvstýriskvøðum
Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins