Formenn

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum og formaðurin í Unga Sjálvstýri leggja javnan greinar út um eitthvørt. Her á síðuni kanst tú lesa um teir og teirra áskoðan, umframt at lesa teirra greinar.

Sámal Petur2

SÁMAL PETUR Í GRUND

Formaður í Sjálvstýrisflokkinum

spg@post.olivant.fo
Telefon: +298 211722

Sámal Petur í Grund er føddur í Syðrugøtu í 1958, útbúgvin elektronikmekanikari og skipari. Hann hevur drúgvar royndir á sjógnum, við fiskiskipi, í Strandferðsluni og útróðri.  Hann er skipari á Strandfaraskipinum Sam og hevur egnan útróðrarbát. Sámal Petur í Grund er eisini stjóri á reingerðarfyritøkuni Grundvask.

Sámal Petur er royndur í politikki, sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í m.a. Mentamálum, samferðslumálum og almanna- og heilsumálum.

Hjartamál hansara eru viðurskifti føroyngsins í egnum landi og viðurskifti samfelagsins mótvegis útheiminum.

HERI DANIELSEN

Formaður í Unga Sjálvstýri

heridanielsen1@gmail.com
Telefon: +298 279737

Lestrarstuðul til hægri lesna eigur at hækka!

Heri Danielsen1 - Kopi