Fíggjarligur stuðul

Tá Sjálvstýri ikki fekk umboð á ting við seinasta val, fær flokkurin í løtuni ongan stuðul úr Løgtinginum. 

Alt arbeiðið verður tí borið av óløntum kreftum og stuðli frá fólki sum tær.

Um tú vilt lata fíggjarligan stuðul til Sjálvstýri, so ert tú við til at tryggja, at Sjálvstýri aftur fær rødd á tingi.

 

 


Hvørt oyra munar

Øll eru hjartaliga vælkomin at stuðla okkara virksemi, og orsøkin til at vit koma við hesi áheitan er, at Sjálvstýri ikki longur fær stuðul frá Løgtinginum, tí flokkurin ikki er umboðaður á tingi.

Um vit skulu vera kappingarfør í politiska kjakinum, so er grundleggjandi neyðugt við góðum stuðlum.

20, 50, 100 ella hóskandi upphædd?

Peningurin fer óskerdur til Sjálvstýri og floksins virksemi, og skulu millum annað brúkast til: 

Evnisfilmar, lýsingar, plakatir, tiltøk, upplýsandi tilfar um støðu floksins til samfelags-spurningar, umframt faldarar um floksins støðu til týðandi mál, sum geva serstakt innlit um floksins støðu.