Uppraðfesta mentan og útbúgving

Uppraðfesta mentan og útbúgving

Málmenningin hjá børnum okkara styrkjast
Málið er ein av mest týðandi mentanarligu arvum okkara, sum vit eiga at verja og nøra um. Tí skulu starvsfólk á dagstovnum og skúlum fáa í boði serstakt skeið í, hvussu børn og ung menna sínar málsligu førleikar. Hetta skeið skal bæði umfata tey, sum hava føroyskt sum fyrsta mál, og tey, sum eru tví ella trímælt.

Útbúgvingar framtíðartryggja nútímans samfelagið
Nútímans samfeløg bygg ja teirra vælferð á menniskjansliga tilfeingi, sum støðugt má mennast. Føroyar eru eitt lítið opið samfelag við dugnaligum ungum fólkið, ið kunnu velja sær útbúgvingar og størv í øllum heiminum. Royndirnar seinastu árini skjalfesta, at tað ger mun, at vit bjóða fleiri útbúgvingar í Føroyum. Hóast nógv rumbul hevur verið um sjálva byggiverkætlanina Glasir, stendur øll tann politiska skipanin saman um at raðfesta góðar karmar til okkara ungdómar at nema sær miðnámsútbúgving.

Nýtt Fróðskaparsetur byggjast, fleiri útbúgvingar bjóðast
Nú er stundin komin til eina veruliga raðfesting av Fróðskaparsetrinum, soleiðis at eitt nútímans universitetskamps verður bygt komandi árini, har rakstrarjáttanin til at menna enn fleiri útbúgvingarmøguleikar eisini fylgir við. Saman við rektaranum og stýrinum fyri Fróðskaparsetrið eigur politiski myndugleikin til heystar at legg ja nýggja framfýsna strategi fyri komandi 10 árini, har karmar og tilfeingi mugu vera fult á hædd við tað í Íslandi og Grønlandi. Tí Fróðskaparsetrið og hinir lærustovnarnir við hægri námi framtíðartrygga føroyska samfelagið.

Stuðulsskipan til fjarlestur
Lestrarstuðul og karmar til fjarlestur eigur at styrkjast, soleiðis at útbúgving og endurútbúgving støðugt er møguligt eisini hjá vaksnum borgarum búsett kring landið alt.

Føroyska málið talgildast
Føroyskt mál má fáast inn í stýrisskipanir í fartelefonum, teldlum, teldum, sjónvørpum og øðrum tøkniligum tólum, tí áhaldandi talgildingin ger, at tað er her vit menna mál okkara.

Handverks lærugreinar hægri raðfesting
Sjálvstýri vil raðfesta betri møguleikar fyri handverkligum fakum í fólkaskúlanum. Sjálvstýri vil eftir valið taka stig til eina nýskipan, har vit saman við fakfólki í skúlanum, fáa tryggja teimum næmingum, ið eri sterkari í handaligum, kreativum og praktiksum lærugreinum betri fortreytir.

Fólkaskúlin skal í størri mun fevna bæði tey sum vilja tann bókliga vegin og tey sum vilja tann handaliga vegin.

Saman við handaligum og kreativum arbeiði kemur ofta ein praktiskur og logiskur sansur, sum er hentur í øllum lívsins viðurskiftum og hevur eitt stórt virði fyri okkara samfelag. Tí eiga vit at virðismeta nógv meira, at børn og ung duga nakað handaligt, kreativt og praktiskt og lata tey vita og kenna, at tey veruliga duga nakað.

Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.