Viðtøkur fyri Landsfelag Sjálvstýrisfloksins

Sjálvstýrisflokkurin hevur gjørt umfatandi broytingar av bygnaðinum hjá sær. Landsfelag Sjálvstýrisfloksins hevur fingið nýggjar viðtøkur og karmar at arbeið undir.

Eisini økisfeløgini hjá flokkinum hava fingið nýggjar og tíðarhóskandi viðtøkur.

Limirnir í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins eru:

Norðoya Sjálvstýrisfelag, Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, Streymoyar Sjálvstýrisfelag, Suðuroyar Sjálvstýrisfelag og Unga Sjálvstýri.

Feløg undir stovnan: Vága Sjálvstýrisfelag og Sandoyar Sjálvstýrisfelag.

Har eingi feløg eru ber til at gerast beinleiðis limir.

§ 1 Navn
Navn felagsins er Landsfelag Sjálvstýrisfloksins, og navnið á flokkinum: Sjálvstýrisflokkurin.

§ 2 Endamál
Endamál floksins er:
  •   At savna fólk at arbeiða fyri demokratiskum politikki, bygdur á politisku hugsjónirnar hjá Sjálvstýrisflokkinum.
  •   At verja og alsamt útbyggja sjálvstýris hugsjónina, soleiðis at hon svarar til nútíðarkrøv og avbjóðingar
  •   At styrkja politiska grundarlag Sjálvstýrisfloksins.
  •   At stilla valevni upp til val.
  •   At fremja politisk átøk aðrenn val.
Stk. 2.  Í stevnuskrá floksins verða politisku ætlanir og hugsjónir floksins lýstar.

§ 3 Skipan, økisfeløg og nevndir
Sjálvstýrisflokkurin hevur hesa skipan:
  •   Limir.
  •   Økisfeløg.
  •   Floksnevnd.
Stk. 2.  Bygnaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum er ein samlandi eind. Limir og økisfeløg hava skyldu at fylgja avgerðum, sum verða samtykar á landsfundi, og av landsnevndini.

§ 4 Limaskapur
Øll, sum taka undir við endamáli og stevnuskrá floksins, kunnu gerast limir í flokkinum við at tekna seg hjá landsnevndini, ella yvir heimsíðu floksins.
Stk. 2.  Limagjaldið verður ásett á landsfundinum.
Stk. 3.  Landsnevndin umsitur limalistan og krevur limagjald inn, og sendir økisfeløgunum yvirlit yvir sínar limir.
Stk. 4.  Økisfeløguni eiga og ráða sjálvi yvir limagjaldinum, sum kemur inn frá limunum í sínum egna felagi.
Stk. 5.  Økisfeløgini kunnu søkja um stuðul til serstøk endamál og tiltøk.
Stk. 6.  Limaskapur er knýttur at einum økisfelag, og tað er í tí økinum sum limurin hevur bústað, ella hevur eitt serligt tilknýti til. Eingin kann vera limur í meira enn einum økisfelag.

§ 5 Økisfeløg
Tað eru seks økisfeløg, umframt eitt ungdómsfelag í Sjálvstýrisflokkinum, og limaskapur er knýttur at tí økisfelagnum, har limurin hevur bústað ella serligt tilknýti til.
Stk. 2.  Nýggj økisfeløg, sum eru góðkend av landsnevndini, kunnu gerast limir. Er ivi um limaskap tekur landsnevndin støðu.
Stk. 3.  Í økjum har eingi økisfeløg eru, skulu einstakligar gerast beinleiðis limir. Landsnevndin skrásetir hesar limir í serstakari limaskipan, og sendir áheitan um limagjald.
Stk. 4.  Økisfeløgini eru tey, sum eru nevnd í § 12, stk. 1.

§ 6 Uppgáva og ábyrgd
Uppgávan og ábyrgdin hjá økisfeløgunum, er sambært, § 12, stk. 4.

§ 7 Landsfundurin

Landsfundurin er hægsti myndugleiki floksins. Innkalling til landsfund skal kunngerast í miðlunum minst 30 dagar áðrenn ásetta fundardagin. Fundurin verður hildin árliga í mars mánaði. Landsnevndin kann útseta landsfundin til seinni sama ár, um serligar umstøðurtala fyri tí. Landsformaðurin/kvinnan stjórnar fundinum, til fundarstjóri er valdur.
Stk. 2.  Allir limir í Sjálvstýrisflokkinum hava atkvøðu- og talurætt á landsfundinum, tá hesir hava verið limir í flokkinum í eitt hálvt ár, og hava goldið limagjald fyri inniverandi ár, umframt ikki hava útistandandi falna skuld til flokkin.
Stk. 3.  Fundarskrá fyri landsfundin er hendan:
   1.   Landsfundurin verður settur av landsnevndarformanninum/kvinnuni.
   2.   Val av fundarstjóra og -skrivara.
   3.   Formansfrágreiðing fyri farna árið.
   4.   Framløga av roknskapi floksins.
   5.   Støðutakan til limagjaldið.
   6.   Framløga og orðaskifti.
   7.   Møguligir gestarøðarar.
   8.   Staðfesting av landsnevndarlimum og tiltakslimum.
   9.   Val av grannskoðara.
  10.   Áseta limagjaldið fyri komandi ár.
  11.   Innkomin mál.
  12.   Ymiskt.
Stk. 4.  Fundarstjórin kann gera broytingar í raðfylgjuni í skránni, um hetta er neyðugt.
Stk. 5.  Landsfundurin tekur støðu til uppskot og møguligar broytingar í viðtøkum og stevnuskrá floksins.
Stk. 6.  Um ein limur í flokkinum vil hava mál fyri landsfundin, skal málið vera landsnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn landsfundin. Mál, sum ikki er landsnevndini í hendi áðrenn freistina, kann ikki leggjast fram á landsfundi, uttan so at landsnevndin er samd um at leggja málið fram. Í øllum málum, undantikið lógarbroytingum, verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta, millum tey møttu á landsfundi, sum hava atkvøðu rætt.
Stk. 7.  Fundarbók skal førast yvir allar landsfundir.
Stk. 8.  Ein meiriluti av landsnevndini kann kalla inn til eykalandsfund. Eykalandsfundur verður harumframt hildin, um 1/10 av limum floksins seta fram skrivligt krav um hetta til landsnevndina til viðgerð av einum ávísum evni, íð skal tilskilast. Eykalandsfundur skal tá haldast innan 4 vikur. Eykalandsfundur skal kunngerast í miðlunum minst 7 dagar frammanundan. Skrá fyri eykalandsfundin skal lýsast saman við lýsingini fyri fundin.Stk. 9.  Landsnevndin tekur støðu til um fjølmiðlar hava atgongd til landsfund og/ella eykalandsfund.

§ 8 Floksformaður/kvinna floksins
Floksformaðurin/kvinnan verður vald/ur beint eftir landsfundin. Fráboðan um val av floksformanni/kvinnu verður framd beint eftir, og sama dag, sum landsfundurin verður hildin.
Stk. 2.  Floksformaðurin/kvinnan verður vald/ur av landsnevndini og politisku umboðum floksins, ið eru tingfólk og landsstýrisfólk floksins. Í heilt serstøkum føri kann floksformaðurin/kvinnan eisini veljast millum limir floksins, tá ein meiriluti av landsnevndini setir fram uppskot um hetta. Floksformaðurin/kvinnan verður vald/ur fyri eitt ár í senn at rokna frá landsfundinum.
Stk. 3.  Floksformaðurin/kvinnan kunnu verða vald/ur í millum politisku umboð floksins, ið eru tingfólk og landsstýrisfólk floksins. Tó, um flokkurin bert hevur eitt ella tvey tílík politisk umboð, kann floksformað-urin/kvinnanverða vald/ur millum landsnevndar-limirnar. Hevur flokkurin ikki politiska umboðan, verður floksformaðurin/kvinnan vald/ur millum landsnevndarlimirnar, og í heilt serstøkum førum kann floksformaðurin/kvinnan eisini veljast millum limir floksins, tá ein meiriluti av landsnevndini setir fram uppskot um hetta. Er meira enn eitt valevni til floksformanssessin, verður skipað fyri atkvøðugreiðslu, har hvør av limunum í landsnevndini, og politisku umboðum floksins, ið eru tingfólk og landsstýrisfólk floksins, hava eina atkvøðu. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, er atkvøðan hjá Landsnevndarformanninum/kvinnuni avgerandi
Stk. 4.  Verður landsnevndarlimur valdur til floksformann/kvinnu, tekur longstsitandi tiltakslimurin sæti í landsnevndini. Sí harumframt § 8, stk. 2, 2. pkt.
Stk. 5.  Floksformaðurin/kvinnan hevur myndugleika at umboða flokkin í øllum politiskum viðurskiftum, og úttala seg vegna flokkin, Floksformaðurin- /kvinnan skipar politiska virksemið í samstarvi við landsnevndina og politisku umboð floksins.

Stk. 6.  Tá størri politiskar avgerðir skulu takast, skal floksformaðurin/kvinnan altíð samskifta við landsnevndina um málið, og um neyðugt skal lands-nevndin hava møguleika at viðgerða málið og koma við sínum viðmerkingum.
Stk. 7.  Tá landsstýrisfólk skulu setast, verða hesi vald av landsnevndini og politisku umboðunum í felag.

§ 9 Landsnevndin
Landsnevndin skipar seg sambært § 9, stk. 2.
Stk. 2.  Økisfeløgini fáa ein nevndar- og ein tiltakslim í landsnevndina. Økisfeløgini skulu senda skriftliga fráboðan um teirra tilmæli á hvørjum ári í seinasta lagi 15. mars, sum skalstaðfestast við samtykt á landsfundi.
Stk. 3.  Unga Sjálvstýri veldur 1 lim, treyta av, at felagið hevur havt aðalfund.
Stk. 4.  Floksformaðurin/kvinnan er føddur limir.
Stk. 5.  Formaðurin í tingbólkinum, skal hava fundarboð til allar fundir í landsnevndini.
Stk. 6.  Hevur flokkurin ikki politiskt umboð, verða allir landsnevndarlimirnir valdir av landsfundinum. Landssnevndin skipar seg síðani við landsnevndar-formanni/kvinnu, sum eisini hevur ábyrgdina av umsitingarliga partinum hjá landsnevndini, næstformanni, kassameistara og skrivara.
Stk. 7.  Skrivari og kassameistari felagsins verða valdir av nevndini fyri eitt ár í senn og hava ikki atkvøðurætt á fundi, um teir ikki eru valdir í nevndina.
Stk. 8.  Landsnevndarformaðurin/kvinnan skal veljast millum tey, ið ikki eru politisk umboð floksins. Politisk umboð floksins eru tingfólk og landsstýrisfólk.
Stk. 9.  Uppgávan hjá landsnevndarformanninum/kvinnuni, er í samráð við umsitingina, at taka sær av samskiftinum við økisfeløgini, hava umsitingarliga starvið í flokkinum um hendi, vitja og gjøgnumganga lokala arbeiði í síni heild, og birta uppundir allar vanligar arbeiðsætlanar, sum økisfeløgini taka sær av. Hetta skal gerast regluliga, og í tøttum samarbeiði við økisfeløgini. Landsnevndin verður kunnað, annaðhvørt skriftliga/munnliga um gongdina.
Stk. 10.  Landsnevndin kann velja at lata politiska skrivaran røkja skrivaraembætið í nevndini.
Stk. 11.   Landsnevndin setir starvsfólk floksins og ásetur arbeiðsøki, lønar- og starvstreytir teirra.
Stk. 12.  Landsnevndin hevur leiðsluna og ábyrgdina av virksemi floksins millum landsfundirnar. Landsnevndin hevur ábyrgdina av, at landsfundarsamtyktir verða fylgdar, leiðir felagsliga arbeiðið, krevur inn og umsitur pening floksins eftir teimum reglum, sum landsfundurin hevur góðkent.
Stk. 13.  Landsnevndin kann seta einstaklingar, arbeiðsbólkar ella nevndir, at taka sær av ávísum málum og áseta arbeiðssetning fyri arbeiðinum, sum skal lýsa:
  1.   Arbeiðsuppgávuna.
  2.   Áseta tíðarfreist fyri nær arbeiði skal verða liðugt.
  3.   Tilmæli til landsnevndina at taka støðu til.
Stk. 14.  Landsnevndin skal m.a.:
  1.   Góðkenna komandi økisfeløg sum limir.
  2.   Góðkenna grannskoðaðan roknskap og fíggjarætlan fyri virksemi floksins.
  3.   Fyrireika landsfundirnar og uppskot at leggja fyri landsfundirnar.
  4.   Taka støðu til limaskap.
  5.   Taka støðu til umsóknir um fíggjarligan stuðul frá økisfeløgum t.d. til einstøk tiltøk og í samband við val.
  6.   Taka støðu til politisk mál.
  7.   Samskipa og menna samstarvið millum ting- og landstýrismanningina, landsnevndina og økisfeløgini.
  8.  Stuðla politiska arbeiði Sjálvstýrisfloksins, herundir stimbra undir virksemi í økis- og ungmannafeløgum.
Stk. 15.  Landsnevndin skal eisini:
  1.   Skipa fyri løgtingsvali. Taka støðu til fólkatingsval.
  2.   Taka stig til uppstilling til løgtingsval, straks eftir at val hevur verið.
  3.   Biður um uppskot til valevni frá økisfeløgum.
  4.   Góðkennir uppstilling floksins til val.
  5.   Kunngerð valevnir so hvørt.
  6.  Fyrireikar og kunngerð valskrá, og val tilfar.
Stk. 16.  Landsnevndarformaðurin/kvinnan innkallar landsnevndina til fund og skipar fundarvirksemið. Tveir landsnevndarlimir í felag kunnu eisini kalla inn til fund. Allir landsnevndarlimir skulu verða innkallaðir, og minst tríggir av limunum skulu vera til staðar, um landsnevndin skal verða viðtøkufør. Umframt landsnevndina, innkallaðar landsnevndarformaðurin/kvinnan tiltakslimirnar og politisku umboðini at luttaka á landsnevndarfundum, tó uttan atkvøðurætt, um tørvur er á tí.
Stk. 17.  Um tað stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu í landsnevndini, er atkvøðan hjá landsnevndarformanninum/kvinnuni avgerandi.
Stk. 18.  Fundarbók skal førast yvir allar landsnevndarfundir.

§ 10 Burturvísing
Limur, ið mótarbeiðir endamáli floksins, ella ikki fylgir stevnuskrá floksins, flokssamtyktum og/ella felagslógum, kann missa sín limaskap í flokkinum.
Stk. 2.  Avgerð hesum viðvíkjandi verður tikin av landsnevndini, men skal leggjast fyri fyrst komandi Landsfund, ella eykaaðalfundi til endaliga avgreiðslu. Í tíðarskeiðinum ímillum avgerðina hjá landsnevndini og endaligu avgreiðsluna hjá Landsfundinum, verður limurin ikki mettur sum limur í flokkinum.

§ 11 Ábyrgdarviðurskifti
Ein meiriluti av landsnevndini kann, við undirskrift síni, binda flokkin í felagsligum viðurskiftum og avtalum. Landsnevndarformaðurin/kvinnan og ein landsnevndarlimur í felag binda flokkin í fíggjarligum viðurskiftum.
Stk. 2.  Limir floksins ábygdast á ongan hátt persónliga fyri fíggjarligu skyldum floksins.

§ 12 Økisfeløg og ungddeild
Fyri at styrkja hjáveruna og virksemið hjá flokkinum í øllum økjum í Føroyum, og hjá ungdóminum, skal flokkurin so vítt møguligt hava økisfeløg og ungdómsdeild.
Økini eru hesi:
  1.   Norðoyggjar.
  2.  Eysturoy.
  3.  Streymoy.
  4.  Vágar.
  5.   Sandoy.
  6.  Suðuroy, umframt
  7.  Unga sjálvstýri.
Stk. 2.  Økisfeløgini verða stýrd av eini økisnevnd, sum telur 5 – 7 nevndarlimir.
Stk. 3.  Limaskapur er knýttur at tí økisfelag har limurin hevur bústað, ella hevur eitt serligt tilknýti til.
Stk. 4.  Uppgávan hjá økisnevndini er:
  •   Økja um limatal floksins.
  •   Á øllum nevndarfundum, kunna um limarøkt.
  •   Gera vakstrarætlan fyri at økja um tali á limum, sum skal verða tøk hjá landsnevndini.
  •   Virksemi millum limir, og tilboð til veljara.
  •   Luttaka í staðbundna virkseminum.
  •   Tryggja økt virksemi lokalt.
  •   Skipa fyri regluligum limafundum, kjak- og evnis fundum. Eisini almennum fundum tá høvi er til tess.
  •   At skipa politiskt arbeiði fyri flokkin í økinum.
  •   Gera uppskot um vakstrarætlan fyri øki.
  •   At skipa og skjóta upp valevnir til kommunuval
  •   At skjóta upp valevnir til løgtingsval, fólkatingsval v.fl.
  •   At samstarva við landsnevndina um politiska arbeiði sum heild, og í sambandi við val.
Stk. 5.  Økisfeløgini skulu á hvørjum ári, senda landsnevndini hetta tilfar:
  1)   Ársroknskap fyri undanfarna ár
  2)   Frásøgn frá økisaðalfundi.
  3)   Frásøgn um virksemið økisfelagsins.
Stk. 6.  Økisfeløgini gera uppskot til egna starvsskipan, sum landsnevndin skal góðkenna, og tað ger hon sum meginreglu, um starvsskipanin liggur innanfyri viðtøkur og stevnuskrá floksins. Eru ivamál við eini starvsskipan hjá økisfelagi, skal málið leggjast fyri landsnevndina til góðkenningar.
Stk. 7.  Hægsti myndugleiki økisfelagsins er landsfundur floksins, og landsnevndin er eftirlitsmyndugleiki økisfelagsins. Økisfeløgini skipa tó sum meginreglu síni egnu viðurskifti.
Stk. 8.  Økisfeløgini skipa hvør sær fyri egnum árligum økisaðalfundi. Innkalling til økisaðalfund skal kunngerast í miðlunum minst 15 dagar áðrenn ásetta fundardagin. Fundurin verður hildin árliga í februar mánaði. Økisnevndin kann, í samráð við landsnevndina, útseta aðalfundin til seinni sama ár, um serligar umstøður tala fyri tí. Økisformaðurin/kvinnan stjórnar fundinum, til fundarstjóri er settur.
Stk. 9.  Allir limir í økisfelaginum, hava atkvøðurætt á økisaðalfundinum, tá hesir hava verið limir í flokkinum í 1 mánaði, og hava goldið limagjald fyri
inniverandi ár, umframt ikki hava úti- standandi falna skuld til flokkin. Landsnevndarlimir, løgtingsog landstýrisfólk, umframt umsitingin hjá Sjálv-stýrisflokkinum, hava eisini møtirætt, men ikki atkvøðurætt.
Stk. 10.  Fundarskrá fyri økisaðalfundirnar er hendan:
  1.  Økisaðalfundurin verður settur av økisformanninum/kvinnuni.
  2.  Val av fundarstjóra og -skrivara.
  3.  Kunning um limarøkt, og tal á øktum limum.
  4.  Økisformansfrágreiðing frá farna árinum.
  5.  Framløga og góðkenning av roknskapi fyri økisfelagið.
  6.  Framløga og orðaskifti.
  7.  Møguligir gestarøðarar.
  8.  Val av økisnevndarlimum:
Økisnevndin telur 5 – 7 limir, sum verða valdir fyri tvey ár í senn, har tríggir/fýra nevndarlimir verða valdir líka ár, og tveir/tríggir verða valdir ólíka ár. Tveir tiltakslimir verða harumframt eisini valdir fyri eitt ár í senn.
  9.  Val av grannskoðara.
10.  Innkomin mál.
11.  Ymiskt.
Fundarstjórin kann gera broytingar í raðfylgjuni í skránni, um hetta er neyðugt.
Stk. 11.  Økisaðalfundurin tekur støðu til uppskot, og møguligar broytingar í starvsskipan økisfelagsins, sum landsnevndin góðkennir.
Stk. 12.  Um ein limur í økisfelagnum ynskir mál fyri økisaðalfundin, skal málið vera økisnevndini í hendi seinast 14 dagar áðrenn økisaðalfundin. Mál, sum ikki er økisnevndini í hendi áðrenn freistina, kann ikki leggjast fram á økisaðalfundi, uttan so at økisnevndin er samd um at leggja málið fram. Í øllum málum, undantikið starvsskipanar broytingum, verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta millum tey møttu á økisaðalfundi, sum hava atkvøðurætt.
Stk. 13.  Fundarbók skal førast yvir allar økisaðalfundir.
Stk. 14.  Ein meiriluti av økisnevndini kann kalla inn til eykaøkisaðalfund. Eykaøkisaðalfundur verður harumframt hildin, um 1/10 av økislimum floksins seta fram skrivligt krav um hetta til økisnevndina til viðgeran av einum ávísum evni, ið skal tilskilast. Eykaøkisaðalfundur skal tá haldast innan 6 vikur. Eykaøkisaðalfundur skal kunngerast í miðlunum minst 7 dagar frammanundan. Skrá fyri eykaøkisaðalfundin skal lýsast saman við lýsingini fyri fundin. Verður ikki innkallað til eykaøkisaðalfund, tekur landsnevndin stig til at lýsa fundin.
Stk. 15.  Økisnevndin tekur støðu til, um fjølmiðlar hava atgongd til økisaðalfund og/ella eykaøkisaðalfund.

§ 13 Uppstilling kommunuval
Økisnevndin hevur ábyrgdina av uppstilling til kommunuval í Tórshavn og Klaksvík. Onnur økisfeløg kunnu eisini stilla upp til kommunuval fyri flokkin, og skulu boða landsnevndini frá hesum.
Stk. 2.  Tríggir uppstillingarfundir skulu haldast, og økisfelagið gerð uppskot til starvsskipan; hvussu farast skal fram í sambandi við uppstilling til kommunuval, sum landsnevndin skal góðkenna.

§ 14 Staðbundnar viðtøkur
Ongar staðbundnar viðtøkur í økisfeløgum, nevndum og ráðnum, skulu vera í ósamsvari við hesar viðtøkur.

§ 15 Lógarbroyting
Hesar lógir floksins kunnu broytast á landsfundi, um minst 2/3 av teimum møttu, ið hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Uppkot til viðtøkubroytingar skulu vera landsnevndini í hendi minst 14 dagar áðrenn landsfund.

§ 16 Avtøka
Endalig avtøka av flokkinum skal samtykkjast av tveimum fylgjandi lands- ella eykalandsfundum, sum eru lýstir sambært lógum floksins. Ognir floksins verða tá latnar vælgerandi endamáli. Um 10 limir á slíkum aðalfundi ynskja at varðveita felagið, kann tað tó ikki avtakast.

§ 17 Skiftis skeið, koma/fara úr gildið
Hetta punkti, skal skiljast sum eitt bráðfeingis skiftis tíðarskeið: § 5 í verðandi lóg verður í gildið inntil uppskot um floksformann/kvinna er lagt fram, og somuleiðis § 6 í verðandi lóg, sum eisini fer úr gildi tá uppskot av floksformanni/kvinna er lagt fram, eftir uppskotinum.
Stk. 2.  § 8, stk. 1, og § 9, stk. 2, í verandi uppskoti koma í gildi, tá uppskot um floksformansevnir er lagt fram, eftir uppskotinum.
Stk. 3.  Lógin fyri Landsfelag Sjálvstýrisins, seinast broytt á aðalfundi 20. oktober 2018, fara úr gildi.
Stk. 4.  Felagslógir fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag, seinast broytt 6. juni 2012, fara úr gildi. Í samráð við limir hjálpir Landsfelag Sjálvstýrisfloksins at kalla inn til eykaaðalfund í seinasta lagi 30 dagar aftaná at hesar viðtøkurnar eru samtyktar.
Stk. 5.  Lógin fyri Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, seinast broytt 30. september 2002, fara úr gildi. Í samráð við limir hjálpir Landsfelg Sjálvstýrisfloksins at kalla inn til eykaaðalfund í seinasta lagi 30 dagar aftaná at hesar viðtøkurnar eru samtyktar.
Stk. 6.  Felagslógir fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, seinast broytt 26. september 2018, fara úr gildi. Í samráð við limir hjálpir Landsfelag Sjálvstýrisfloksins at kalla inn til eykaaðalfund í seinasta lagi 30 dagar aftaná at hesar viðtøkurnar eru samtyktar.
Stk. 7.  Feløgini sum eru nevnd í § 12, stk. 1, fáa, tá landsnevndin hevur samtykt/staðfest økisfelagið, nýggja góðkenning, sambært hesum viðtøkum.
Stk. 8.  Er sambært § 17, stk. 4, 5, og 6, ikki kalla inn til eykaaðalfund, og eykaaðalfund aftaná, tá 30 dagar eru farnir, eftir at hesar viðtøkur eru samtyktar, kallar landsnevndin til stovnandi aðalfund av økisfelag, og setur nýggju hjáløgdu viðtøkurnar, og starvsskipan í gildið fyri økisfelagið.
Stk. 9.  Soleiðis samtykt á eykaaðalfundi, tann 26. mars 2022.