Langsigtaður vinnupolitikkur

Lunnarnir undir vælferðarsamfelagnum er eitt sterkt vinnulív. Hóast avmarkað tilfeingið, hava vit í Føroyum, áhaldandi megnað at ment veiðu og framleiðsluhættir og eru alsamt blivin betri til at virðisøkja tilmálda tilfeingið. Partar av framleiðsluvinnu okkara, telist í dag millum heimsins bestu til tað tey gerða.

Vinnan má og skal framhaldandi hava bestu kor og karmar at virka og mennast undir. Um vit ynskja at varveita vælferðarsamfelagið og framhaldandi menna vælferðartænasturnar, mugu inntøkurnar í landskassan økjast. Hesar inntøkur mugu ikki koma frá einari skatta og avgjaldspíndari vinnu, har allur íløguhugur í arbeiðsskapandi framleiðslutól og nýmenning verður køvdur, tað er ein sera vandamikil politikkur og er ein beinleiðis hóttan móti væferðarsamfelagnum. Tvørtur ímóti, skal inntøkan koma frá einari vinnu, sum undir tryggum og stabilum polittiskum kørmum, fær loyvi til at framleiða, virðisøkja, mennast, gerða íløgur, tjena pengar og gjalda rímuligan skatt av vinningi. Polittiska ábyrgdin fyri vinnuni er eisini at tryggja at vinnan hevur bestu kappingartfortreytir. Høvuðsvinnur okkara kappast á heimsmarknaðum, móti kappingarneytum sum í fleiri førum hava betri fortreytur. Polittiska skipanin, eigur til eina og hvørja tíð at verða klár til at tillaga fortreytirnar hjá vinnuni til tann verðuleika hon virkar undir, so vinnan verður stimbrað til at gerða íløgur, sum skapa arbeiðspláss til allar arbeiðsførar hendur. 

Eg vil virka fyri, at ein verðuligur langsigtaður vinnupolitikkur verður gjørdur, ið tryggjar lunnarnar undir vælferðasamfelagnum, ikki bara tey næstu fýra árini, men tey næstu 15 – 20 árini. Hetta vil gerða tað trygt og lætt hjá vinnuni at virka og seta sær langsigtaði mál, og vil tryggja eftirkomarum okkara eitt enn betri vælferðarsamfelag. 
X við Lista D X við Sjálvstýri X við Terje B. Vestergaard

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu