Útróður og fiskivinna

Vit upplivdu fyri kortum at útróðrarbátanir í bólki 5B (smærri ikki vinnurekandi bátar) vóru lagdir tí dagatal teirra var uppi.

Hetta fór fram í besta útróðrarveðrið og nógvum fiski á grunnunum.

Útróður:

Allir føroyingar, hvørt mansbarn, hava ígjøgnum øldir kunna supplera sína inntøku við at fara á flot.

Fyri árum síðani bleiv so skipanin broytt soleiðis, at báturin skuldi hava fiskiloyvi um avreiðast skuldi, og er harvið ein avmarking løgd inn í skipanina.

Umsetiligheit bleiv løgd inn í skipanina og harumframt bleiv fiskaríði avmarkað við ávísum dagatali til ymsu bólkanar.

Bólkur 5:

Smærru útróðrarbátanir (undir 15 tons) eru í Bólki 5.

Býttir upp í A og B alt eftir um teir eru vinnurekandi ella ikki.

Í Bólki 5A hevur hvør bátur sítt egna dagatal.

Bólkur 5B  fekk felags dagatal sum var so høgt at tað nærum eingin avmarking var.

Hetta dagatal er minka ár undan ári og komið har niður, at nú árið var nærum hálvrunnið mátti fiskaríði steðgast og er tað ein skammblettur fyri politisku skipanina.

Útróður er søguligur og ein týdningarmikil partur av stoltu mentan okkara:

  • Her lærur mangur unglingi sjómanskap og áhugin fyri fiskivinni nørist!
  • Her kunnu mangar familiur leggja aftrat ársinntøkuni tá tørvur er á tí!
  • Útróðurin er eitt gott ískoyti til fiskivinnuna uppi á landi!
  • Útróðrarumhvørvið hevur eing góða ávirkan á ungdóm okkara!
  • Her fær mangur pensionistur lívsinnihald og ískoyti til pensiónina!

Útróðurin eigur ikki at vera avmarkaður av øðrum enn fiskiloyvi og veðurvánum!

Alt annað er burturvið og eitt álop á mentunnararv okkara!

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu