FØROYAR

– eitt bragd!

Mangan verður sagt, at tað ikki er av praktiskum ávum, vit búgva her í Føroyum. 
Men við dirvi og framfýsni hava vit víst, at hesar harðbalnu oyggjar – við føroyskum loysnum – hava ment seg til eitt av heimsins fremstu samfeløgum.

Vit fara at áseta eina minimumsnormering á dagstovnaøkið

Sum liður í familjiupolitikkinum, vil Sjálvstýri áseta minimumsnormering á dagstovnaøkinum. Foreldur, ið velja at lata teirra dýrgripir, børnini, á dagstovn á kommununala økinum, eiga at eiga eina trygd fyri, at vaksin fólk eru rundanum børnini, og geva barninum bestu fortreytir til menning, spæl og umsorgan.

LES MEIRA »

Skorheim fer bert at røkja annað starvið

Mínar privatu fortreytir eru broyttar, tí vit júst eru blivin foreldur fyri stuttari tíð síðani, og vil eg tí eisini hugsavna meg um tað. Tí havi eg avgjørt, at frameftir ætli eg mær ikki at røkja tvey politisk størv av hesum slagi og verði eg valdur í løgtingið, leggi eg frá mær sum borgarstjóri á nýggjárinum, sigur Jógvan Skorheim.

LES MEIRA »

Bárður Kass Nielsen stillar upp fyri Sjálvstýri

Sjálvstýri kann í dag boða frá, at Bárður Kass Nielsen verður valevni til komandi løgtingsval. Bárður er 42 ára gamal, býr á Skála, og starvast sum fíggjarleiðari í Berglon samtakinum. Bárður er í løtuni varamaður á tingi fyri Sjálvstýri, og hevur havt sæti á tingi fleiri reisur farna valskeið.

LES MEIRA »

Sjálvstýri og fólkatingsvalið

Jógvan Skorheim er ein rættiligur sjálvstýrismaður. Flokkurin er sprottin úr jólafundinum í tinghúsinum 1888, tá føroyingar reistu seg ímóti danska yvirvaldinum, sum vildi noyða danskt inn á okkum. Flokkurin hevur fyri mongum árum síðani sett sær fyri at fáa avtikið fólkatingssessirnar, og nú hevur Jógvan Skorheim stillað upp fyri at fáa hetta mál endaliga avgreitt.

Luk menu