Eg ynski at virka fyri, at vit gera egningina skattafría. Egning er eitt illa lønt arbeiði og eru tað mest pensjonistar og ungdómar sum egna.

Bátaeigarar siga at tað gongur generelt sera illa at fáa línuna egnda.

Um hetta uppskot vann frama, hevði tað hjálpt útróðrarmonnum so teir ikki eisini eru noyddir at egna ein stóran part av línuni sjálvir, av tí teir fáa ikki línuna egnda.  Tað er strævi at standa í skúrinum aftaná ein fleiri útróðrartúrar.

Hettar kundi somuleiðis verið eitt gott íkast til húsarhaldið hjá nógvum lágløntum.

Hetta vallyfti kostar landskassanum – og kommunukøssunum ikki tað stóra.

Skatta-tekniskt  eigur ikki at verða tann stóri trupuleikin hjá TAKS at avgreiða.

Rúni Jacobsen
Valevni fyri Sjálvstýri

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu