Størsti ójavnin er, har fólk hava skerdar førleikar

Í kjakinum um ójavna í gjár varð sera nógv tosað um pengar. Jú, tað er ein trupulleiki, og kanska størst hjá pensjónistum, ið onga aðra inntøku hava enn fólkapensjónina.

Men kanska størsti ójavnin í okkara samfelag er, at fólk við skerdum førleikum ikki fáa somu møguleikar at luttaka, sum onnur.

Fólk við skerdum førleikum hava tørv alt árið, men mong av tilboðunum eru bert avmarkaði til ávís tíðarskeið. Eisini er atgongdin til møguleikarnir ikki eins, tá ið vit eitt nú tosa um atkomuviðurskiftir ella samskifti.

Sjálvstýri hevur millum annað ført fram, at eiga at seta minimumsnormeringar á dagstovna- og eldraøkinum í mun til tørv. Avbjóðingarnar eru nógvar og fjølbroyttar, og eg taki meg sjálvan í, at eg ikki kann seta meg eins væl inn í støður hjá teimum, ið hava tørvin. 

Tørvur er á størri fokus og at tryggja, at hesin ójavnin í okkara samfelagi verður tikin burtur, so øll menniskju hava somu møguleikar.

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu