KOMANDI VALSKEIÐ VIL SJÁLVSTÝRI GEVA

størri FRÆLSI

TIL FAMILJURNAR

Vit vilja gera tað lættari hjá øllum familjum at skipa sín egna gerandisdag. 

Eingin veit betur enn familjurnar sjálvar, hvussu ið teirra gerandisdagur skal skipast – tískil vilja vit lata valdið til familjurnar!

Soleiðis geva vit størri

frælsi til familjurnar

Komandi valskeið vil Sjálvstýri seta sjóneykuna á fylgjandi mál.

Í strembanini eftir at styrkja um sjálvræði hjá familjuni, so vil Sjálvstýri gera tað frítt hjá foreldrum at velja, hvussu tey brúka sítt barsil.

Sum samfelag mugu vit hava tað álit á foreldrunum, at tey í felag kunnu gera av hvussu tey tilrættaleggja umstøðurnar í familjuni, til besta fyri barnið og framtíð tess.

Hvørki Sjálvstýri, ella nakar annar, skal gera av hvørt tað er mamman ella pápin, ið hevur serligan rætt til ávíst tíðarskeið saman við barninum.

Sjálvstýri vil framhaldandi styrkja um barsil, og møguligt longri barsil, men tað skal altíð vera upp til familjuna at gera av hvussu barsilstíðin verður brúkt.

Í Føroyum eru vit so heppin, at vit hava ótrúðliga góðar námsfrøðingar og hjálparfólk, sum brenna fyri at tryggja tey bestu korini fyri børnini.

Vit halda tó at skipanin er ov fastløst í dag. Tað eigur at vera ein møguleiki hjá foreldrum at vera longri heima hjá børnunum, ímeðan børnini eru smá, um tey ynskja tað.

Tí mæla vit til, at peningurin, sum verður veittur til dagstovnaøkið, í størri mun eigur at fylgja barninum – á hendan hátt kunnu foreldur velja at vera heima hjá børnunum, og fáa samsýning fyri hetta.

Tá børn eru á dagstovni, skal trygd vera fyri, at nokk av starvsfólkum er um barni. Hetta er ein fortreyt fyri at geva barninum bestu umstøður til menning, spæl og umsorgan.

Sjálvstýri vil áseta eitt minstamark, ið tryggjar bestu treytir hjá børnunum, at foreldur føla seg trygg, og hetta gevur starvsfólkunum betri fortreytir, at taka sær av og menna okkara størsta og týdningarmiklasta tilfeingi.

Hvørt ár brúka vit áleið 70 milliónir til barnaverdnarmál. Hesir peningar fara í høvuðsheitum til at sløkkja eldar – um vit í staðin brúktu peningin fyrr í barnsins lívið, kundu vit lofta trupulleikunum langt fyrr.

Tíverri hava fleiri børn og ung stórar trupulleikar. Ofta eru trupulleikarnir á sálarligum slag, og fleiri ung velja rúsevnir, sum loysn á trupulleikanum.

Fyribyrging eigur tí at fevna um rúsdrekka, royking, hjúnarskilnað, ráðgeving og upplýsing, so komandi ungdómur kann fáa bestu fortreytir at mennast og taka ábyrd í samfelagnum.

Sjálvstýri hevur havt uppskot um at gera ein familjudepil, sum miðsavnar tænastur, ið hava við fyribyrging, ráðgeving og tilboð annars til familjurnar at gera. Barnapolitikkurin hevur seinastu árini í stóran mun snúð seg um dagstovnatilboð og tey serliga útsettu børnini og familjurnar. Vit mangla at seta fokus á teir heilt vanligu tørvirnar hjá barninum at sleppa at vaksa upp í tøttum, støðugum og róligum relatiónum við foreldur síni.

Men samfelagið eigur eisini at seta av tilfeingi til at veita foreldrunum kompetenta ráðgeving og hjálp, tá tørvur er á tí. Familjudepil eigur tí at stovnast við tí endamálið at styrkja familjuna. Hesin skal eitt nú styrkja tí góðu tilgongdina í samskiftinum millum familjur og myndugleikar, veita ráðgeving til foreldur, ið fáa børn við avbjóðingum. Eisini eigur depilin at bjóða ráðgeving til familjur í sambandi við hjúnaskilnað. Skúlar eiga eisini at hava eina tilbúgvingarætlan til børn í sambandi við hjúnaskilnað.

Ein forðing fyri framhaldandi búskaparvøkstri er bústaðartrupulleikin. Í fleiri av størru plássunum er næstan vónleyst at finna sær bústað – fyri ikki at tala um fyri rímiligan prís. Hetta er ein forðing fyri størri fólkavøkstri og búskaparvøkstri. Við fleiri íbúgvum í Føroyum verður samfelagið sterkari bæði í góðum og ringum tíðum. Her mugu land, kommunur og vinnan taka eitt størri tak, og tað kann kennast paradoksalt, at samstundis sum vit brúka nógvar pengar og stóra orku til at byggja gistingarhús at taka ímóti gestum her á landi, brúka vit ikki nóg stóra orku til at loysa bústaðartrupulleikan.

Sjálvstýri vil geva kommunum saman við vinnulívinum størri heimildir, so ferð kann setast á at fáa fjølbroytta bústaðarmøguleikar í nærumhvørvinum.

Landið hevur møguleikar at vera við í bústaðarbygging, og tann møguleikan mugu kommunurnar  eisini fáa. Í løtuni kunnu kommunurnar ikki luttaka í bygging av bústøðum, men tað er upplagt, at kommunurnar eisini sleppa at luttaka í hesum virksemi saman við vinnulívinum, so tað kann skunda undir eina loysn av bústaðarneyðini. Í løtuni eru tað fólk, sum ikki flyta til Føroya, tí tey finna ikki bústað. Fólk sleppa ikki at geva sítt ískoyti til føroyska samfelagið, og vit missa førleikar, arbeiðsorku og virksemi, sum vit so fegin vilja hava. Sum støðan er, mugu vit innflyta arbeiðsmegi úr útlandinum, men við einum meira virknum og miðvísum bústaðarpolitikki kunnu vit fáa enn fleiri føroyskar familjur at seta búgv í Føroyum fyri ein lágan kostnað og vera við í samfelagsvirkseminum.

Luk menu