nú er nokk við tómum lyftum

soleiðis gera vit

føroyar grønar

Munurin á okkum og hinum flokkunum er, at vit vísa á eitt orkuskiftið ið er fult fíggjað, og klárt at íverkseta.

umhvørvið skal varðveitast við

burðardyggari menning

Vit vilja taka ábyrgd av at tryggja eina burðardygga menning av føroyska samfelagnum. Núlivandi ættarlið hava bert Føroyar til láns, tí komandi ættarlið skulu kunna skapa sær eitt liviligt samfelag á støði við okkara. Hetta ger seg galdandi fyri lokalu nýtslu okkara av náttúrutilfeinginum og ávirkan á vistskipanirnar her, men tað ger seg eisini galdandi fyri globalu árinini av okkara nýtslu og atferð.

Heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning fram ímóti 2030 eru eitt hóskandi minstamát fyri, hvat vit í Føroyum mugu seta okkum fyri.

Viðvíkjandi orkunýtsluni er tað gjørligt at røkka einum gjøgnumførdum orkuskifti til varandi orkukeldur, men tað krevur stór politisk átøk fyri at koma á mál. Tí tað er ikki nokk, at orkuframleiðararnir leggja um til varandi orkukeldur, hóast tað eisini skal gerast. Hvørt einstakt húski og virki má eisini taka støðu til og leggja um. Til tað krevst ein tilskundan frá politiskari síðu.

Heilt ítøkiliga skjýtur Sjálvstýri upp, at tað almenna raðfestir orkuskiftið við eini upphædd á umleið 400 mió. kr Hetta skal millum annað fíggjast við at selja írestandi partabrøvini í BankNordik. Peningurin skal koma vanliga borgaranum til góðar, og skal vera við til at gera tað bíligari at umleggja til varandi orkukeldur og gera grøn átøk.

Eisini skulu vit sum politiskur myndugleiki kenna ábyrgd fyri, hvørji flutningstól verða brúkt í Føroyum. Málið er, at onki dálkandi brennievni verður nýtt í nýggjum bilum, sum verða seldir í Føroyum í 2030. Fyri skipini skulu vit fylgja tilráðingini hjá altjóða sjóferðslufelagsskapinum hjá ST og hava sum mál, at útlátið á sjónum skal vera hálvera í 2050.

Einnýtisplast hevur eisini varandi skaðilig árin á náttúruna, sum vit í Føroyum ferð eftir ferð hava staðfest seinnu árni. Tí eiga vit heldur ikki at brúka einnýtisplast framyvir – málið má vera, at tað ikki er loyvi at selja einnýtisplast í 2030.

Ferð skal setast á at umleggja allar almennar bygningar til grønar orkuskipanir. Málið er at allir almennir bygningar eru umlagdir innan 2030. Gerast skal ítøkilig æltan, so málið verður raðfest og gjøgnumført eftir einari yvirskipaðari ætlan.

Skipast skal ein stuðulsgrunnur til at styðja undir privatar vinnuverkætlanir við grønum endamálið. Í fyrstu atløgu skulu setast 5 mió.kr. av árliga til hesa skipan. Skipanin kann eitt nú umsitast av Vinnuframa, ið hevur aðrar líknandi stuðulsskipanir um hendi.

Í heila tikið skal størri dentur leggjast á grøna vinkulin í almennu fyristingini, soleiðis at bæði kommunu- og landsmyndugleikar taka hædd fyri umhvørvisárinunum í teirra avgerðum og reglugerðum.

Ein afturvendandi trupulleiki, sum bert hevur vundið upp á seg seinastu árini er eisini luft- og ljóðdálking. Einamest hoyra vit um luft- og ljóðdálking frá skipum, sum tíverri hevur stórar fylgir fyri familjur, sum mugu ríma frá hús og heimi. Kommunurnar eru í nógvum førum prísgivnar, tí kappingin um havnakrónurnar er hørð.

Her eigur landið at seta nógv hægri krøv, so vit í Føroyum hava ein felags standard. Landið skal seta krøv, og tí eigur løgtingið at hugsa ljóðdálking sum part av umhvørvispolitikki.

Vaksandi ferðavinnan eigur at fíggja náttúruvernd og menning av kringumstøðunum fyri móttøku og handfaring av ferðafólkunum í náttúruni. Talið av innskrivingum í gistingarhúsvinnuni er økt frá áleið 53.000 í 2014 til sløk 77.000 í 2018. Ein miðal árligur vøkstur á 10%. Fleiri nýggj gistingarhús eru í gerð, sum vil tvífalda talið av gistingarhúsverilsum longu komandi ár, umframt at nýtslan av AirBnB (ikki talt við í hagtølunum) vindur upp á seg. Tí vilja vit sannlíkt uppliva framhaldandi stóran vøkstur í ferðafólkatalinum komandi árini. Eitt náttúruverndargjald á eitt nú 100 kr fyri hvørt ferðafólk gevur 8 milliónir krónur árliga til átøk at verja um náttúruna. Harumframt skal lógarverkið dagførast, so fyritøkurnar í ávíkavist ferðavinnuni og landbúnaðinum hava nógv greiðari karmar at virka undir.

Luk menu