Vit eru fleiri, sum fara at royna okkum á fyrsta sinni á politiska vígvøllinum.Tað er spennandi og avbjóðandi, og so er tað eisini nokkso ræðandi.

Eg vil við mínum avmarkaða frásøgukynstri royna at lýsa fyri tykkum mínum landsmonnum, hvussu tað kennist.

Tú fært eini boð á messenger, at flokkurin hevur tørv á tínari hjálp til komandi løgtingsval.Tú gerst stoltur, glaður og fjáltursstungin um somu leið, hetta er nokkso stórt, ein floksformaður metir teg hava tað, sum skal til fyri at vera teirra valevni.

Tú biður um stevnuskránna, lesur hana ígjøgnum og finnur útav, at hetta er á heilt góðari leið, og tú kanst standa inni fyri skránni.

Síðani at tosa við konu, børn og nærmastu familju, hvat tey halda.Tey siga, at tey stuðla tær, og so er ikki nógv eftir, nú má bíðast eftir hvat landsnevndin avgerð.

Tú kannar teldupostin við jøvnum millumbili, og so er hann í innboksini, telduposturin, sum boðar frá, at tú ert góðkendur, sum valevni.

Jens Heri Bolstad Mortensen, valevni fyri Sjálvstýri.

Tað smakkar væl, og eg endurtaki tað fyri meg sjálvan nakrar ferðir.

Eg fari á mín fyrsta pallborðsfund, eg eri hamrandi nervøs, men royni at lata sum um, at eg eri púra róligur.Eg havi hug at ilskast inn á Øssur Winthereig, tí at hann ikki letur meg sleppa at viðmerkja okkurt.

Áðrenn tú veist av, so er fundurin liðugur, og tú hevur havt tín elddóp, og hugsar, at vónandi fært tú nýtt tað meira næstuferð.

So er tað at herja á, og byrja at skriva greinar, tað kennist nokkso gott, og tú hugsar við tær sjálvum, at tú dugir væl at skriva, so at fólk fara uttan iva at dáma tað nakað væl.

Fyrsta greinin verður løgd út, og tú klikkir á vágaportalinum upp í saman fyri at kanna um nakar hevur dámt ella viðmerkt greinina. Eini 15 dáma, so tað er góðkent, eg leggi til merkis, at onkur av teimum garvaðu hevur eisini lagt út, men viðkomandi fekk einans 5, ið dámdu, so tað má merkja, at eg eri skilagóður, ikki so?

So ringja og skriva fólk til mín, hví Sjálvstýri? Eg royni at grundgeva, so væl, sum eg dugi, men eg ivist í, um øll góðtaka mínar grundgevingar.

Eg leggi greinar út, og fólk eru fyri tað mesta jalig, til tann eina dagin, tá ið eg hyggi inn á vágaportalin, og eg verið skýrdur báði líkt og ólíkt.

Eg dugi slett ikki at handfara hetta, og gerist keddur eina løtu, nú gekk alt so væl, og eg helt, at eg var tann nýggi Alti P. Dam, og so kemur veruleikin fram fyri meg, at sjálvandi fara fólk ikki at dáma alt tað, sum eg borðreiði við, og so langtífrá, og tað er sjálvandi soleiðis, eitt fólkræði skal vera.

Nú eru so 4 dagar til valið, og eg og øll hini nýggju valevnini, hava roynt eftir førimuni at markera okkum, tað er trupult at siga, hvussu væl tað fer at hilnast hjá okkum, men eg ivist ikki í, at øll sum bjóða seg fram, gera tað eftir bestu sannføring.

Tað eru dagar, tá ið eg vænti, at eg fari at yvirhála báði Jógvan og Kristin, og so eru dagar, tá ið eg eri bangin fyri at møguliga ikki fáa eina sneis av atkvøðum.

Eitt úrslit onkrastaðni mitt ímillum, hevði uttan iva verið stórt, men hinvegin, eg havi ongantíð, sum ítróttarmaður tola at tapt, og hetta er jú ein valdystur:)

Eg vil enda hesa lýsing við at takka øllum, sum hava stuðlað mær í tilgongdini fram ímóti valinum, og til tykkum, sum fara at seta krossin við meg, so kann eg lova tykkum, at eg fari at gera tað, sum eg eri mentur at liva upp til tykkara álitisváttan.

Jens Heri Bolstad Mortensen

Valevni fyri Sjálvstýri

La Paloma, Uruguay

Share on facebook
Share on twitter
Share on linkedin

vit vilja fegin hoyra tína meining

FÁ ALT VIÐ - tEKNA TIL TÍÐINDASKRIV

Luk menu