Umhvørvi nógv hægri ráðfesting
Vit vilja taka ábyrgd av at tryggja eina burðardygga menning av føroyska samfelagnum. Núlivandi ættarlið hava bert Føroyar til láns, tí komandi ættarlið skulu kunna skapa sær eitt liviligt samfelag á støði við okkara. Hetta ger seg galdandi fyri lokalu nýtslu okkara av náttúrutilfeinginum og ávirkan á vistskipanirnar her, men tað ger seg eisini galdandi fyri globalu árinini av okkara nýtslu og atferð.
Heimsmálini hjá ST fyri burðardygga menning fram ímóti 2030 eru eitt hóskandi minstamát fyri, hvat vit í Føroyum mugu seta okkum fyri.
Tað skal vera biligari hjá borgaaranum at gera orkuskifti
Viðvíkjandi orkunýtsluni er tað gjørligt at røkka einum gjøgnumførdum orkuskifti til varandi orkukeldur, men tað krevur stór politisk átøk fyri at koma á mál. Tí tað er ikki nokk, at orkuframleiðararnir legg ja um til varandi orkukeldur, hóast tað eisini skal gerast. Hvørt einstakt húski og virki má eisini taka støðu til og legg ja um. Til tað krevst ein tilskundan frá politiskari síðu.
Heilt ítøkiliga skjýtur Sjálvstýri upp, at tað almenna rað festir orkuskiftið við eini upphædd á umleið 400 mió. kr Hetta skal millum annað fíggjast við at selja írestandi partabrøv í BankNordik. Peningurin skal koma vanliga borgaranum til góðar, og skal vera við til at gera tað bíligari at umleggja til varandi orkukeldur og gera grøn átøk.
Forboð setast fyri sølu av diesel- og bensin bilum og einbýliplasti
Eisini skulu vit sum politiskur myndugleiki kenna ábyrgd fyri, hvørji flutningstól verða brúkt í Føroyum. Málið er, at onki dálkandi brennievni verður nýtt í nýggjum bilum, sum verða seldir í Føroyum í 2030. Fyri skipini skulu vit fylgja tilráðingini hjá altjóða sjóðferðslufelagsskapinum hjá ST og hava sum mál, at útlátið á sjónum skal vera hválvera í 2050.
Einnýtisplast hevur eisini varandi skaðilig árin á náttúruna, sum vit í Føroyum ferð eftir ferð hava staðfest seinnu árni. Tí eiga vit heldur ikki at brúka einnýtisplast framyvir – málið má vera, at tað ikki er loyvi at selja einnýtisplast í 2030.
Grønar orkuskipanir í allar almennar bygningar
Ferð skal setast á at umleggja allar almennar bygningar til grønar orkuskipanir. Málið er at allir almennir bygningar eru umlagdir innan 2030. Gerast skal ítøkilig æltan, so málið verður raðfest og gjøgnumført eftir einari yvirskipaðari ætlan.
Privatar umhvørvisverkætlanir stimbrast við stuðulsgrunni
Skipast skal ein stuðulsgrunnur til at styðja undir privatar vinnuverkætlanir við grønum endamálið. Í fyrstu atløgu skulu setast 5 mió.kr. av árliga til hesa skipan. Skipanin kann eitt nú umsitast av Vinnuframa, ið hevur aðrar líknandi stuðulsskipanir um hendi.
Í heila tikið skal størri dentur leggjast á grøna vinkulin í almennu fyrisitingini, soleiðis at bæði kommunu og lands myndugleikar taka hædd fyri umhvørvisárinunum í teirra avgerðum og reglugerðum.
Landið skal seta eins krøv til skip í mun til útlát og óljóð kring landið
Ein afturvendandi trupulleiki, sum bert hevur vundið upp á seg seinastu árini er eisini luft og ljóðdálking. Einamest hoyra vit um luft og ljóðdálking frá skipum, sum tíverri hevur stórar fylgir fyri familjur, sum mugu ríma frá hús og heimi. Kommunurnar eru í nógvum førum prísgivnar, tí kappingin um havnakrónurnar er hørð.
Her eigur landið at seta nógv hægri krøv, so vit í Føroyum hava ein felags standard. Landið skal seta krøv, og tí eigur løgtingið at hugsa ljóðdálking sum part av umhvørvispolitikki.
Tilrættislegging raðfestast hægri enn marknaðarføring
Orka skal tí heldur brúkast til tilrættislegging enn meira marknaðarføring. Ein greið 10 ára ætlan eigur at vera gjørd saman við vinnuni og borgarum í økjum, sum ferðavinnan rakar mest. Samstundis eiga átøk at vera gjørd, sum spjaða ferðavinnuna á ein skynsaman hátt til partar av landinum, sum eru før fyri at taka ímóti. Lógarverkið má eisini dagførast, so fyritøkurnar í ávikavist ferðavinnuni og landbúnaðinum hava nógv greiðari karmar at virka undir.
Sjálvstýrisflokkurin er fyri teg, sum miðvíst tekur umhvørvis árin í álvara, og stuðlar øllum teimum sum í verki leggja um til grøna umskifti, bæði tá tað kemur til sethús, bilar, plast, útlát, óljóð og ferðavinnu.
Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.