Gerst limur í Sjálvstýri

Hevur áhuga í at stuðla Sjálvstýrisflokkinum, og verða partur av einum felagsskapi, so ert tú vælkomin at tekna teg sum lim, og stuðla okkara arbeiði fyri frælsi og felagsskapin, og ávirka politisku støðuna í Føroyum.


Fyrimunir hjá limun

Við tínum limaskapi í Sjálvstýrisflokkinum fært tú hesar fyrimunir:

Fyrst og fremst fært tú ávirkan á Sjálvstýrisfloksins politikk, uppstilling til val, og møguleikar fyri at menna politisku kósina, bæði í sambandi við landspolitikk og í staðbundna økinum har tú býrt, umframt:

- Tilfar sendandi um flokspolitisk evnir.
- Fráboðan um tiltøk.
- Møguleika at luttaka á landsfundi floksins.

Treytir

Legg til merkis, at hetta skema kann IKKI bert nýtast til nýggjar limir, men eisini endurtaka limaskap, um hetta er neyðugt, og gjalda limagjald fyri árið.
Tín limaskapur kostar 160 kr. fyri árið, og skal verða skrásett seinast sjey áðrenn møguligan aðalfund, fyri at atkvøðurættur kann staðfestast.
Ert tú undir 25 ár, ert tú ókeypis limur í Sjálvstýrisflokkinum við at lima teg inn í Unga Sjálvstýri.
Fyll út teigarnar á vinstu síðu og trýst á send, so móttaka vit tína umsókn og avtalu. Fyri at gjalda limagjaldið, trýst á knøttin (legg í kurv) og fylg síðan vegleiðingini, neyðugt at at tøppa tínar upplýsingar inn í gjaldsloysnini eisini.