Játtanin til kjarnuvæl-
ferðina dagførast
Vaksandi talið av eldri borgarum seinnu árini hevur lagt eitt støðugt trýst á heilsuverk okkara, har fíggjarstýringin hjá sitandi samgongu hevur verið merkt av eykajáttanum omaná eykajáttanum. Heldur eigur heilsuverkið at blíva styrkt við eini dagførdari játtan, sum leypandi verður tillaga vaksandi virkseminum. Annars verður tað tilvildin, sum avger, hvørt borgarar fáa nøktandi viðgerð. Í almannaverkinum verður eisini tørvur á vaksandi játtan til eitt nú pensjónsveitingar.
Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.