Náttúruverndargjald
styrkja ferðavinnu-karmarnir á smáplássum
Vaksandi ferðavinnan eigur at fíggja náttúruvernd og menning av kringumstøðunum fyri móttøku og handfaring av ferðafólkunum í náttúruni. Talið av innskrivingum í gistingar hús vinnuni er økt frá áleið 53.000 í 2014 til sløk 77.000 í 2018. Ein miðal árligur vøkstur á 10%. Fleiri nýggj gistingar hús eru í gerð, sum vil tvífalda talið av gistingarhúsverilsum longu komandi ár, umframt at nýtslan av AirBnB (ikki talt við í hagtølunum) vindur upp á seg. Tí vilja vit sannlíkt uppliva framhaldandi stóran vøkstur í ferðafólkatalinum komandi árini. Eitt náttúruverndargjald á eitt nú 100 kr fyri hvørt ferðafólk gevur 8 milliónir krónur árliga til átøk at verja um náttúruna. Harumframt skal lógarverkið dagførast, so fyritøkurnar í ávikavist ferðavinnuni og landbúnaðinum hava nógv greiðari karmar at virka undir.
Ferðavinnan sum snúningsrás fyri økismenning
Seinnu árini hevur tað við snildari og víðfevndari marknaðarføring eydnast at seta Føroyar á heimskortið sum ferðamál. Tíverri hevur undirstøðukervið og lóggáva ikki fylgt við, hóast fleiri álit eru skrivað og avvarðandi borgarar og fyritøkur hava ávara um gongdina. Tað er í tøkum tíma, um vit ikki skulu koma í neyð av hesum.
Náttúruverndargjald ásetast fyri at styrkja smáplássini
Inntøkur frá einum náttúruverndargjaldi skulu fíggja átøk, hvørs hugskot kunnu koma frá lokalu økjunum, eins væl og fyritøkum/stovnum, ið ynskja at gera okkurt fyri landið alt. Við einum náttúruverndar gjaldi á kr
100 fyri hvørt ferðafólk fæst ein upphædd á umleið 8 millión krónurárliga til endamálið. Játtan til menningarverkætlanir skal kunna røkka yvir fleiri ár. Hetta gevur fíggjarligt rásarúm til at uppraðfesta smáplássini og útoyggjar, so bygdafólk fær betraðar karmar til egnan gerandisdag. Sjálvstýri vil gera blómandi ferðavinnuna til eina sólskinssøgu fyri okkum øll.
Borgarakort gevur serlig rættindi til Føroyingar
Sjálvstýri vil geva øllum borgarum borgarakort, ið gevur føroyingum serlig rættindini. Tað skal til dømis vera ókeypis fyri føroyingar at ganga í haga og fjøru, meðan tað fyri útlendsk ferðafólk skal vera ein kostnaður.
Við borgarakortinum kunnu vit gera átøk, ið gagna føroyinginum og stýra ferðavinnuni.
Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.