Skynsamari tilfeingis-nýtsla í almenna geiranum

Skynsamari tilfeingis-
nýtsla í almenna geiranum

Væntast kunnu munandi avlop á fíggjarlógunum komandi árini, um góðu tíðirnar halda áfram. Men upp á longri sikt kann trýst koma á fíggjarliga haldførið av demografisku forskjótingunum. Tí er skynsamari tilfeingisnýtsla í almenna geiranum heilt vist eisini neyðug fyri framyvir framhaldandi at kunna bjóða vælferð á sama stigi. Eitt nú hava almennu Føroyar brúkt hálvtannað hundrað milliónir krónur upp á Talgildu Føroyar. Tað eigur at vera møguligt at gagnnýta hesar stóru íløgur í talgilda undirstøðukervið til at bøta um raksturin hjá fleiri av almennu stovnunum.

Eisini skal rættast upp á skeivleikarnar á eitt nú eldraøkinum, so kommunur fáa betri fortreytir at gera tiltrongdar íløgur í økið, sum landið kastaði frá sær.

Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.

Ítrótt

Ítróttin verður ment og stuðlað, soleiðis at møguleiki fyri at íðka ítrótt gerst enn betur. Ítrótturin skal somuleiðis nýtast sum
ein týðandi liður í at bøta um fólkaheilsuna, og eigur í hesum sambandi at fáa bestu sømdir frá tí almenna.

Integratión

Integratiónslóggáva skal gerast, ið eggjar tilflytarum til at integrera seg í føroyska samfelagið. Umfatandi og dygdargóða
undirvísing í føroyskum máli skal bjóðast øllum tilflytarum. Kommunurnar hava ábyrgdina av at seta sosial átøk í verk, sum
inkludera tilflytarar í felagsskapin.