Hjálp og umsorgan í sambandi við sjúku

Hjálp og umsorgan í samband við sjúku

Hjálp og umsorgan, tá tú hevur brúk fyri tí er ein megintreyt, og tí skal okkara heilsuverk bjóða viðgerð á heims støði. Starvsfólkini skulu hava stundir til viðgerðina, og nokk av kommunu-læknum í nærumhvørvinum.

Okkara egni lækni er avgerandi partur av okkara heilsuverki, og skapar tryggleika og hevur kunnleika um tína heilsu. Fleiri læknaøkir hava ikki fastan lækna, og tí virka vit fyri at manna øll læknaøkir við føstum læknum.

Skal tað verða stundir til eina góða umsorgan og viðgerð á heilsuøkinum, er neyðugt, at tað eru góðar umstøður hjá okkara heilsurøktarum. Vit ynskja at skapa góðar karmar fyri røktarstarvs-fólkum, so tey kunnu geva okkum øllum tí bestu røktina.

Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.