Bústaðarneyðin basast við fleiri leigubústøðum

Bústaðarneyðin basast
við fleiri leigubústøðum

Hesi seinnu árini hava vit uppliva tað gleðiliga, at vit hava fólkavøkstur og nekttitilflyting til Føroya. Men sitandi samgonga hevur ikki megna at skapa neyðugu karmarnar til at herberga øllum. Vit hava átroðkandi brúk fyri smidligari bústaðarmøguleikum til ungu familjurnar, sum ikki hava ráð og tíð at byggja egnan bústað í sambandi við heimflyting. Neyðugt er at dagføra lóggávuna, soleiðis at kommunalu myndugleikarnir kunnu samstarva við privatu initiativini um eitt nú at bygg ja leigubústaðir. Samstundis eigur Bústaðir at fáa ein greiðari ásettan leiklut og tilfeingi til at lofta tí, sum privati marknaðurin ikki megnar.

Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.