Neyðug við vinnu-politiskum tiltøkum

Neyðug vinnupolitisk tiltøk

Styrkjast við tryggum og kappingarførum kørmum
Alivinnan hevur blóma seinnu árini, har framfýsnu ali fyritøkurnar leggja íløguætlanir fyri fleiri milliardir krónur fyri støðugt at menna vinnuna komandi árini. Í pørtum av fiski vinnuni hevur eisini gingið væl við stórum veiðunøgdum, men her hoyrast ongar ætlanir um íløgur, hóast bæði vinnan á landi og á sjónum støðugt má mennast fyri at vera kappingarfør á altjóða marknaðinum. Munurin millum vinnurnar er eyðsýndur. Meðan fiskivinnan er blivin ein politisk kastið bløka, hevur alivinnan tryggar vinnukarmar, har felags kassarnir tó eisini fáa ein part av ágóðanum av framgongdini umvegis loyvisgjøld og skattainntøkur annars.

Tryggir karmar við langtíðarloyvum uttan uppboðssølu og menningarkvotur
Nú skulu fortreytirnar skapast fyri nýggjum framburði í fiskivinnuni, har tað verður egg ja til nýíløgur í skip og grønar umleggingar. Uppboðssøla av fiskirættindum skal avskaffast, og í staðin skal trygg loyvisskipan verksetast við 8-­12 ára gildistíð og hóskandi ásettum tilfeingisgjøldum.

Økismenningarkvotur skulu avskaffast, har vit í staðin brúka ein part av kvotunum til íverksetarakvotur. Málið er at stimbra undir nýskapan við at gera gáttina lága fyri nýggjum og verandi framfýsnum fiskivinnufyritøkum við tí góða hugskotinum. Geografi skal sostatt ikki vera avgerandi longur og heldur ikki skal munur gerast á hvør stendur aftanfyri verkaætlanina.

Fiskidagaskipanin varðveitast og fleiri vinnuligar royndir á Føroya Banka 
Fyri heimaflotan skal fiskidagaskipanin varðveitast og víðari mennast, har tað skulu gerast møguleikar fyri at gera fleiri vinnuligar royndir á Føroya Banka.

Málið má vera, at vit hava somikið kappingarførar karmar um fiskivinnuna í Føroyum, at vinnuligi framburðurin aftur sæst aftur í framfýsnari menning av flotanum og virðisskapanini í fiskivinnuni.

Samstundis vil ein burðardygg víðari menning av fiskivinnuni eisini gera, at inntøkurnar frá tilfeingisgjøldum til felags kassarnar kann gerast ein støðug og munagóð fígging av vælferðarsamfelagnum yvir tíð.

Langtíðar vinnulívspolitikkur
Sjálvstýri vil virka fyri, at ein veruligur langtíðar vinnu politikkur verður gjørdur, og í nógv størri mun skal landið taka vinnulívið við í ætlanunum. Hetta vil gerða tað trygt og lætt hjá vinnuni at virka og seta sær langsiktaði mál og geva betri fortreytir fyri íløgur og menning.

Trygdarskeið í fólkaskúlanum
Sum liður í fiskivinnupolitikkinum hjá Sjálvstýri, vilja vit fáa trygdarskeið inn í 9. flokk, so allir næmingar hava møguleikan at fara til skips, tá ið tíðin í fólkaskúlanum er liðug. Sum partur av okkara mentanararvi, eigur tað at verða øllum møguligt, at sleppa at royna lívið á sjónum.

Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.