Fjálga um familjuna við
størri frælsi og trygd
Familjan er hornasteinurin undir framhaldandi menning og trivnaði í Føroyum. Tí skulu vit fjálga um hana, soleiðis at nútímans familjan kann liva tað góða lívið her á klettunum.
Her hava kommunurnar eisini ein avgerandi leiklut, ið tó eiga at fáa dagførdar lugarkarmar.
Minimumsnormerking tryggjar bestu umstøður til børnnini
Vit vilja áseta eina minumums normering. Á tann hátt fæst trygd fyri, at tað eru nokk av starvsfólkum um børn okkara. Tí hetta er fortreyt fyri at geva barinum bestu umstøður til menning, spæl og umsorgan. Umframt at geva foreldrum ein tryggleika, vil tað eisini geva starvsfólkunum betri fortreytir at taka sær av og menna okkara týdningarmiklasta tilfeingi. Minimumsnormeringin skal ikki ávirkast av leiðslu tímum og øðrum.
Peningurin skal fylgja barninum
Samstundis ynskja vit eisini at geva foreldrunum størri frælsi til at skipa sína uppaling eftir egnum ynski og tørvi. Tað eigur at vera ein møguleiki hjá foreldrum at vera longri heima hjá børnunum, ímeðan børnini eru smá, um tey ynskja tað. Tí mæla vit til, at peningurin, sum í dag verður veittur til dagstovnaøkið, í størri mun eigur at fylg ja barninum – á hendan hátt kunnu foreldur velja at vera heima hjá børnum um, og fáa samsýning fyri hetta í upp til 1 ár afturat.
Foreldur avgera nýtsluna av barsilstíðini
Foreldur skulu eisini sjálv avgera, hvussu barsilstíðin verður brúkt. Sum samfelag mugu vit hava tað álit á foreldrunum, at tey í felag kunnu gera av, hvussu tey tilrættisleggja umstøðurnar í familjuni, til besta fyri barnið og framtíð tess. Hvørki Sjálvstýri, ella nakar annar, skal gera av, hvørt tað er mamman ella pápin, ið hevur serligan rætt til ávíst tíðarskeið saman við barninum. Sjálvstýri vil framhaldandi styrkja um barsil, og møguligt longri barsil, men tað skal altíð vera upp til familjuna at gera av, hvussu barsilstíðin verður brúkt.
Familjudepil stuðla familjum við ráðgeving
Samfelagið eigur eisini at seta av tilfeingi til at veita foreldrunum kompetenta ráðgeving og hjálp, tá tørvur er á tí. Familjudepil eigur tí at stovnast við tí endamálið at styrkja familjuna. Hesin skal eitt nú styrkja tí góðu tilgongdina í samskiftinum millum familjur og myndugleikar, veita ráðgeving til foreldur, ið fáa børn við avbjóðingum. Eisini eigur depilin at bjóða ráðgeving til familjur í sambandi við samlívslit. Skúlar eiga eisini at hava eina tilbúgvingarætlan til børn í sambandi við samlívslit.
Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.