Minmumsnormering eisini á eldraøkinum

Minmumsnormerking
eisini á eldraøkinum

Sjálvstýri vil hava minimumsnormering at vera galdandi á eldraøkinum, tí eisini her er brúk fyri at tryggja okkara eldru borgarum eitt mintamark fyri tænastu á ellisárum.

Familjan snýr seg eisini um okkara eldru, ið hava lagt so nógv fyri at skapa karmar fyri okkum, og tað ið vit kunnu njóta hvønn dag. Tí eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at mintamark verður sett fyri normeringina á eldraøkinum, so tey eldru og avvarandi føla seg trygg.

Minimumsnormeringin skal eisini tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi, so starvsfólk hava betri stundir, og á tann hátt kunnu geva betri tænastu.

Normeringin má sjálvandi taka hædd fyri ymiskum tørvi, tí siga vit í Sjálvstýri, at vit skulu hava eina minimumsnormering á eldraøkinum, ið verður lagt eftir tørvinum.

Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.