Ung lesandi, møguleikar og bústaðir
Vit skulu gera gera tað meira lokkandi hjá teim ungu at leita heimaftur á klettarnar eftir lokna útbúgving at skapa virðir og nøktandi inntøkur til at fíggja vælferðar tænasturnar framyvir. Her skulu nøkur av áður umrøddu átøkum gera mun.
Fleiri útbúgvingarmøguleikar her heima gera, at tey ungu hava eitt tættari tilknýti til føroyska samfelagið, um tey eftir loknan lesnað her taka víðari lesnað uttanlands.
Smidligari bústaðarmøguleikar við at víðka um møguleikarnar fyri bygging av leigubústøðum vil eisini gera sítt. Síðst – men als ikki minst, vilja vit bøttir um karmar fyri vinnuligum framburði í bæði fiskivinnu og ferðavinnu, sum viðføra fleiri áhugaverd størv, sum vil hava eina atdráttarmegi til landið.
Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.