Her er ein skjót gjøgnumgongd av søguni um Sjálvstýri, sum varð stovnaður í 1909, undir navninum Sjálvstýrisflokkurin.
Fyrsti formaður floksins var Jóannes Patursson, og í sínum uppruna legði Sjálvstýrisflokkurin eisini stóran dent á, at Føroyar saktans kundu verða Sjálvstøðugar á øllum økjum.
Fekk 8 tingmenn valdar
Úrsliti á løgtingsvalinum í 1936 var, at Sjálvstýrisflokkurin fekk 34,2% av atkvøðunum og 8 tingmenn valdar, men rembingarnar aftaná vali í sambandi við jarðarlóggávuna gjørdu, at fyrsti formaður floksins fór úr flokkinum, og hóast Sjálvstýrisflokkurin fekk eitt “gott” valúrslit í 1943 og 10,4% av atkvøðunum, og í 1945 9,4% av atkvøðunum, so fekk flokkurin kortini ongan tinglim valdan, men í 1946 stillaðu sjálvstýrisfólk upp á felagslista saman við Javnaðarflokkinum og komu soleiðis aftur í Løgtingi. Í 1950 stillaði hann aftur upp á egnum lista, og fekk 8,2% av atkvøðunum og 2 tinglimir, og hevur síðani verði mannaður við 1 til 3 tingfólkum.
Fyri at vinna Føroyum størri vald, tók Sjálvstýrisflokkurin undir við Heimastýrislógini í 1948, og hevur síðani lagt stóran dent á yvirtøkur av málsøkjum undir Føroyskt ræði.
Tekur atlit til heildina
Sjálvstýri er ein sosialliberalur tjóðskaparligur sjálvstýrisflokkur, sum er grundaður á eina frælsishugsjón, sum trýr uppá tað frælsa og samstundis ábyrgdarfulla menniskja, og hevjar seg upp um lokal- vinnu- og fakfelagsáhugamál, og leggur dent á, at Føroyar eru til fyri allar føroyingar, og setir ikki býir, bygdir, oyggjar, vinnu økir og umsitingareindur, upp í móti hvørjum øðrum, men tekur atlit til heildina, óheft av áhugabólkum, og fólki ið royna at ávirka politisku skipanina til frama fyri egin áhugamál.
Sjálvstýri er ein pragmatiskur flokkur í miðini í føroyskum politikki, og ein stórur flokkur, tá tað kemur til politiska ávirkan, og lítil ivi er um, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verði ein tungvekttari, tá talan er um luttøku í politiskum landsstýrissamgongum. 26 samgongur eru skipaðar síðani 1948, og flokkurin hevur verði partur av teimum 16.
Sjálvstýri hevur lagt stóran dent á samhaldsfesti og samstarv, og ynskir samstarv við allar flokkar.
Týðiligir varðar – prógvini tróta ikki
Sjálvstýri hevur stóran áhuga fyri máli og mentan, og hevur t.d. í landsstýrissamgongu verði við til at seta Útvarp Føroya og sjónvarpið á stovn, umframt lagt stóran dent á at menn fólkaskúlan og hægri útbúgving. Eisini á skatta økinum, hevur flokkurin lagt týðandi varar eftir seg tá samtíðarskattaskipanin var sett í verk.
Eisini á samferðslu økinum hevur Sjálvstýri laga tíðandi varðar, t.d. var við til at seta á stovn Atlantic Airways, hangar á flogvøllinum, útbúgvingarskipan á flog økinum, undirsjóvartunnil undir Vestmannasund, og legði støði saman við øðrum undir Norðoyatunnilin og Skálafjarðartunnilin.
Ein nýggj politisk byrjan
Sjálvstýri hevur verði í tungum sjógvi politiskt, men hevur nú framt tíðandi bygnaðarligar broytingar, sum skulu verða við til at menna flokkin.
Sjálvstýri er skipað við Landsfelag Sjálvstýrisfloksins, sum í dag telur hesar limir: Norðoya, Eysturoya, Streymoya og Suðuroyar Sjálvstýrisfelag, umframt Unga Sjálvstýri, sum var stovna í 1987, og arbeitt verður við at stovna feløg í øllum økjum í landinum.
Um stutta tíð fær Sjálvstýri eisini nýggja heimasíðu, har sjóneykan verður sett á økt virksemið, bæði tá talan er um virksemið hjá landsfelagnum, umframt broytt økt virksemið hjá økisfeløgum, og á heimasíðuni verður sjónarmið floksins væl lýst, og til ber at fáa sera gott innlit í floksins søgu og bygnað, og floksins støðu til dags aktuellar spurningar. Talan er um eina nýggja byrjan í Føroyskum politikki.
Fyrstu kvinnu á løgting og býráð
Sjálvstýri fekk fyrstu kvinnuna á Føroya Løgting, tað var Malla Samuelsen, sum kom á ting sum avloysari í 1964. Hon var eisini fyrsta kvinna sum var vald í Tórshavnar Býráð. Hetta var í 1956.
Sjálvstýri hevur havt umboðan á Fólkatingi av Edward Mitens 1915-1918, umframt í danska Landstinginum frá 1918-1920 og aftur frá 1928-1936, tá Jóannes Patursson umboðaði flokkin.
Floksformaður í Sjálvstýri er Sámal Petur í Grund, meðan Kristin Michelsen, umboðar flokkin á Føroya Løgtingi.