Tað er umráðandi fyri okkum at taka væl ímóti teimum, sum velja at búgva í landi okkara. Vit hava havt nógvar tilflytarar. Tann fyrsti var Grímur Kamban. Ein annar var ein fimm ára drongur úr Noregi, sum fekk prestaprógv í Kirkjubø, men síðan vann seksti bardagar í Noregi. Hann verður nevndur tvær ferðir í norska tjóðsanginum: “Sverri kongur”!
Tað ræður tí um at taka væl móti tilflytarunum, so teir gleðast um at vera her.
Eitt einfalt tiltak, sum kundi gjørt mun, hevði verið at bjóða øllum, sum flyta higar, eina bók har faðirvár er prentað bæði á føroyskum og á málinum hjá tilflytarunum.
Hetta er lætt at gera.
Vit hava yvirlit yvir tey 111 fólkasløgini, sum búgva her. Omanfyri hvørt mál verður greitt frá á føroyskum, har málið verður tosað, og av hvussu nógvum. Tann tilflytari, sum fær eina slíka gávu upp í lógvan frá okkum, og har kann síggja sítt egna mál saman við føroyskum, fer ongantíð at gloyma blíðskapin og fer við góðum áræði undir at læra seg føroyskt.
Við sjálvstýriskvøðum
Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins