Forkastiligt at gera samstarvssátmála við Rusland

Longu í marsmánaða í ár, boðaðu Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, og formaður floksins, Sámal Petur í Grund, frá, at vit sum fólk ikki tigandi kunnu hyggja at, meðan vanliga fólkið í einum landi verður atsøkt og dripið. Sjálvstýrið heitti tí á løgmann og politiska myndugleikan at umgangandi seta tiltøk í verk, sum klárt vísa, at vit sum fólk, standa saman við ukrainska fólkinum.

Vit eiga ikki bara at standa saman við ukrainska fólkinum og hermonnunum, sum eru noyddir at stríðast fyri móðurlandið, men eisini saman við teimum mongu russisku kvinnum, døtrum, systrum, mammum og ommum, sum grátandi síggja sínar kæru menn verða leiddar beint í deyðan.

FØROYSKUR SVARTKJAFTUR SKAL IKKI UMSETAST TIL RUSSISKT LÓÐUR OG BUMBUR

Sjálvstýri er í dag enn sannførdari um, at vit ikki eiga at samráðast ella at samstarva við russar, sum støðan er nú. Vit eiga heldur at senda eitt greitt signal til umheimin, at vit mótmæla kríggi og ágangi.

Ikki tí; russiski sjómaðurn, og meginparturin av russiska fólkinum, hevur onga skuld í, at stýrið er farið í krígsørt sjálvsveiggj, men vit mugu tálma peningastreyminum, sum rennur beint úr føroyska fiskigrunnunum og beint í russiska vápnaídnaðin, har svartkjaftapeningurin er við at framleiða vápn og onnur oyðandi endamál.

Ver móti øðrum, sum tú ynskir, onnur skulu vera móti tær

Eitt annað sjónarhorn er, at vit, føroyingar, kenna okkum tryggar í fjálgu føroysku stovunum, og vit siga okkum vilja verja áhugamálini hjá NATO, men hvussu kunnu vit krevja verju – nú vit eru krígsharrans samstarvsfelagi – um vit einaferð verða atsøkt av slíkum harðræði, sum Russland er vorðið?

Vit mugu eisini hava í mentu, at okkara sjófólk í Barentshavinum sigla í russiskum farvatni, sum kann gerast hættisligt. Um russiska stýrið, sum hevur hernaðarvenjingar víða hvar í økjum nærhendis fiskileiðunum, brádliga trívur í aðrar hernaðarmannagongdir, so kunnu teir koma í beinleiðis vanda.

Tíðindaskrivið, dagfest 13. mars 2022, var soljóðandi:

Sjálvstýrið meinar, at vit sum fólk eiga at standa saman við teimum menniskjum, sum í hesi løtu líða ein ræðuligan ágang. Eitt samanhald, ið er størri enn óttin fyri at missa inntøkur.

Sum fólk hava vit skyldu at gera tað, sum vit kunnu fyri at steðga tí fólkadrápi, sum í løtuni fer fram í Ukraina. Sum land er tað ábyrgdarleyst, bert at taka búskaparlig atlit, og ikki vísa samábyrgd við teimum londum, sum hava sett revsitiltøk í verk mótvegis Ruslandi.

Føroyar og Føroya fólk hava ábyrgd av at verja ukrainska fólkið ímóti oyðileggjandi atsóknunum hjá Putin.

Vegna Sjálvstýrið

Sámal Petur í Grund                                                                                               Kristin Michelsen

Floksformaður                                                                                                        Løgtingsmaður

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *