Bústaðarstuðul til láglønt

Í dag eru tað bara húsaeigarar, sum gjøgnum rentustuðulin fáa stuðul til bústað. Tað ætlar Sjálvstýri at broyta upp á við at áseta bústaðarstuðul til láglønt við høgum leiguprísum.

Hesi seinnu árini hava vit upplivað tað gleðiliga, at vit hava fólkavøkstur og nettotilflyting til Føroya, men politiski myndugleikin hevur ikki megnað at skapað neyðugu karmarnar til at herberga øllum. Vit hava átroðkandi brúk fyri smidligari bústaðarmøguleikum til ungu familjurnar, sum ikki hava ráð og tíð at byggja egnan bústað í sambandi við heimflyting. Neyðugt er at dagføra lóggávuna, soleiðis, at kommunalu myndugleikarnir kunnu samstarva við privatu framtøkini um eitt nú at byggja leigubústaðir. Samstundis eigur Bústaðir at fáa ein greiðari ásettan leiklut og tilfeingi til at lofta tí, sum privati marknaðurin ikki megnar.

Umframt tað eiga vit at veita bústaðarstuðul til leiguíbúðir til tey við láginntøkum við høgum leiguprísum. Hetta skal tryggja, at tey lágløntu skulu kunna búgva í góðum íbúðum.

Tá tað er sagt, eiga vit eisini at hygga eftir leigulógini og seta nógv hægri krøv til útleigarar.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *