Fígging av mentan

Á valfundinum um mentan var víst á, at flestu listafólk okkara sita í smáum korum, samstundis sum tey eru okkara skjaldramerki mótvegis umheiminum. Hóast sína fátækt noyðast tey at nýta nógva orku til at berjast við myndugleikarnar um mvg og sjálvuppgávur. Hetta er fullkomuliga burturvið.

Tað rætta hevði sjálvandi verið, at listafólk sluppu undan mvg og sjálvuppgávum, soleiðis, sum eitt nú Írland hevur roynt við góðum úrslitum. Annar møgulleiki er at royna at fáa frítøku fyri mvg. Men víst var á, at skattamyndugleikarnir eru hart ímóti slíkum serreglum.

Listamenn hava tí eina ótrygga tilveru, sum knappliga kann versna av samskiftinum við skattavaldið, tí har kann alt henda. Hetta er ikki bara fátækum listamonnum fyri, men hendi eisini einari av okkara bestu fyritøkum, sum knappliga kom at gjalda 50 milliónir eyka.

Hvat kann hjálpa bæði reiðarum og listamonnum til at hava vissu fyri, hvat teir hava eftir, tá ið skattavaldið hevur fingið sítt?

Ein føroyingur, sum hevur gjørt nakað við hetta mál, er Ben Arabo. Hann hevur víst á, at um allar gjaldingar fingu eitt krav upp á eitt prosent, hevði heildarinntøkan til landskassan verið so stór, at tað hevði borið til at avtikið allar aðrar skattir, herundir bæði inntøkuskatt og mvg. Listamenn sluppu tá undan mvg-roknskapi og sjálvuppgávu. Reiðararnir fingu vissu fyri, at teir ikki óvæntað fingu eykarokningar upp á 50 milliónir. Eg havi spurt meg fyri hjá peningamonnum, og teir siga, at tað einki er at ivast í, at tað veruliga er so, at eitt slíkt lágt gjald upp á allar flytingar hevði givið eina nóg stóra skattainntøku.

Føroyingar eru jú kreativir. Okkara kelduskattaskipan er hildin at vera tann besta í heiminum. Tað hevði verið hóskiligt fyri okkum at fingið eina nýggja skattaskipan, sum onnur lond kundu øvunda okkum, og sum serstakliga hevði frøtt okkara listafólkum, sum fingu betri tíð at fáast við slíkt, tey kunnu gleða okkum við.

Við sjálvstýriskvøðum

Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *