Hvussu stendur til í Suðuroy?

Tað er eyðsýnligt, at summi enn ikki eru vaknað úr dvala til tann veruleikan, at tað finst ein støðugt vaksandi stættamunur í samfelagnum.

Suðuroyingar sita á aftasta beinki, og okur eru aftur og aftur eftirbátur í samfelagnum.

Landsins suðurøki forvinnur í miðal minst løn – sí strikumynd niðanfyri:

Landsins suðurøki er útihýst á almenna arbeiðsmarknaðinum

Tá umræður arbeiðsloysi í Suðuroy, eru okur bátslongdir fremst á skeivari kós. Ja, samanumtikið eru vit stóri taparin í Føroyum – sí strikumyndir niðanfyri:

Ljósið við endan á tunlinum

Okur hava havt góðar politiskar máttir í løgtinginum. Erhard Joensen og jeg bardust sum úlvar á skóg fyri at fáa tunnilsfelag og játtan til tunnilsfelagið.

Okur skulu hava suðurgangangi landsveg.

Tað frættist, at Johnny í Grótinum var búskaparligur ráðgevi fólkafloksins, og hetta kom dátt við. Johnny í Grótinum hevur í almennum sjónvarpi (vegna politiskt óhefta Búskaparráðið) raðfest universitetskampus fyri 1. milliard krónur.

Við ráðgeving frá Johnny í Grótinum skal Suðuroyartunnilin ikki gerast, tí millum annað eitt universitetskampus skal gerast fyrst. Jeg haldi, at hetta er at venda alt á høvdið, tí sum nú er, sleppa 10 % av Føroya fólki ikki at nýta hetta kampussið, tí landsins suðurøki er avbyrgt frá meginøkinum.

Latið okkum fáa samfelagið grønari, bílligari í rakstri og raðfesta fólksins trivna.

Við sjálvstýriskvøðum

Kristin Michelsen – valevni fyri Sjálvstýrisflokkin

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *