EXCUSE ME

Ferðavinnuuppskotið hjá Høgna Hoydal fer at geva honum rættindi at biðja eigaran av einum privatum kajkanti um at flyta seg, tí hann hevur lógarfestan rætt at leggja at á privatu kaj hansara.

Hugleiðingar um ferðavinnuuppskot landsstýrisins.

Viðmerking

Sámal Petur í Grund

Floksformaður í Sjálvstýri

Sum tað sær út nú, so kemur eitt lógaruppskot við heitinum ”Burðardygg Ferðavinna” at verða lagt fyri Føroya Løgting.

Uppskotið hevur sum verða man elvt til mikla umrøðu í fólkinum, og í mestan mun eru tað óðalsmenn og festarar, sum hava gjørt vart við seg. Men eisini stóru aktøranir í ferðavinnuni hava verið frammi við teirra hugsan.

Eftir at hava hugt lógaruppskotið ígjøgnum nakrar ferðir og fylgt við á fundum og umrøðu annars, kann ein ikki annað enn verða skelkaður av manglandi hepni landsstýrismansins í hesum føri.

Eri tí komin til tað niðurstøðu, hetta uppskotið er umbiðið av pørtum í ferðavinnuni og hevur kveistrað til viks aðrar partar av ferðavinnuni. Harí liggur manglandi hepni við lógararbeiðnum og hoyringum annars.

At hugsa sær til, at útlendingar kunnu geva okkum fingurin,  okkum sum her eru fødd, um vit hava at teimum ella koma við viðmerkingum til teirra. At útlendski ferðamaðurin kann biðja okkum halda kjaft, tí hann hevur goldið fyri rættin at ferðast frítt í náttúruni.

At Høgni Hoydal, tá hann kemur við ferðavinnubáti sínum, kann biðja eigaran av einum privatum kajkanti um at flyta seg, tí hann hevur lógarfestan rætt at leggja at á privatu kaj hansara.

Hvar er føroyingurin – hvar er tað føroyska í hesum neyðtøkuuppskotið?

Avleiðingar:

Avleiðinganar av hesum uppskotinum, um tað verður gjøgnumført, verður at ferðavinnan í Føroyum fær deyðsstoytin.

Allastaðni, ikki bara í útjaðaranum, fer alt fólkið at ynskja hesi fremmandafólk har sum piparið grør!

Og tá ferðafólkini leita ein lokalan upp og siga ”excuse me”, tá fáa tey helst sama fingurin, sum ferðafólkið fer at brúka tá føroyingurin prøvar at rættleiða hesi stakkals menniskju.

Hetta uppskotið sum eisini ger seg grovt inn á eigindómsrættin og mentan okkara, fer at loypa split føroyska fólkið ímillum og millum føroyingar og fremmandafólk.

Útvegurin:

Tað er bert ein útvegur burturúr hóttandi katastrofuni.  Tak uppskotið aftur. Útarbeið eitt uppskot um ferðavinnu, har allir partar av ferðavinnuni eru við í arbeiðnum.

Loys trupulleikan við gongd í haga burturúr hesum uppskotinum og ger heldur, í samráð við óðalsmenn og festarar, broyting í hagalógini sum loysir henda trupulleikan.

Uppskot um burðardygga ferðavinnu eigur ikki at viðgerða rættindi hjá landsmonnum okkara – føroyingurin er ikki ferðamaður.

Føroyingurin er føddur til rættindi sum ferðamaðurin ikki eigur. Skal ferðamaðurin gjalda fyri nøkur rættindi sum vit sum fólk hava, ja so má hann sjálvandi gjalda har hann kemur at brúka hesi rættindi.

Við tí gongd sum landsstýrið hevur sett í kortið, so verður ”Excuse me” skjótt eitt banniorð her á landi og ein av grundunum til eina fyrrverðandi ferðavinnu!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *