Landsfundur og almennur fyrilestur

Landsfundur og almennur fyrilestur
“Føroyingurin er ikki ferðamaður í Føroyum”

Landsfundurin hjá Sjálvstýri verður í skúlaheiminum á Glasi, leygardagin 15. juni klokkan 14.  Klokkan 15:30 verður almennur fundur við fyrilestri og pallborðsfundi. Evni er avbjóðingarnar við ferðavinnuni í Føroyum.

Hendan dagin bjóða vit til ein spennandi og viðkomandi almennan fund, sum byrjar klokkan 15:30.

Við yvirskiriftini “Føroyingurin er ikki ferðamaður í egnum landi” fara vit at kjakast um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum, og hvussu vit best kunnu handfara tær.

Á almenna fundinum, sum verður eftir landsfundin hjá Sjálvstýrinum, fer Jógvan Hovshólm, leiðari í Faroeway Adventures,  at halda fyrilestur um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum.

Eftir fyrilesturin verður pallborðsfundur við hesum luttakarum:

Jógvan Hovshólm, forstjóri í Faroeway Adventures

Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestanna

Theresa T. Kreutzmann, leiðari í Visit Norðoy

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri

Kom og ver við!

Kom og hoyr hesar royndu serfrøðingarnar kjakast um, hvussu vit kunnu betra um og menna ferðavinnuna í Føroyum. Fundurin gevur eina gyltan møguleika at fáa innlit í týdningarmikil mál og luttaka í einum dynamiskum og upplýsandi kjaki.

Nær?  Kl. 14:00: Landsfundur fyri limir.

           Kl. 15:30: Almennur fundur um ferðavinnu

Hvar?  Skúlaheimið á Glasi

Vit gleða okkum til at síggja teg til ein gevandi og læruríkan dag!

Sámal Petur í Grund

formaður Sjálvstýri.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *