Brævkassin hjá Sjálvstýrinum

 

Her er grindaboð at hoyra, fuglasongur frøir oyra,

sól á fjøllum tekur branda, her virkast í góðum sjálvstýrisanda

– Jóannes Patursson (tillagað yrking) 


Okkara móðirmál

Samskiftisamboð okkara, móðirmálið, stavar úr 9. øld, tá landnámsfólk flýggjaðu undan norskum harðræði og komu til Føroyar við norrøna málinum í skjáttini.

Lunnar undir skrivaða málinum vórðu lagdir, tá V. U. Hammershaimb í ár 1854 bar fram føroyskar rættskrivingarreglur í donsku málsárbókini, "Annaler for nordisk Oldkyndighed".
Hetta fekk skriftarfaðirin viðurkenning fyri, tí var hann seinni biðin at virka fyri og menna skriftarmál okkara.

Sjófarið varð síðani sjósett í ár 1891, tá navnframi V. U. Hammershaimb læt bindini, Færøsk Anthopogi 1 og 2, prenta.

Lat okkum frætta!

Hevur tú hugskot, fyrispurningar og/ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at senda okkum boð, og vit svara sum skjótast.