Sjálvboðin í Sjálvstýrisflokkinum
“Føroya mál á manna tungu merkir: Her býr Føroya fólk. Slektir fornu og tær ungu eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedramál, virdu tað av hug og sál, gloymdu ikki ættarbandið; byggja tí enn hetta landið.“
– Jóannes Patursson
Við okkum byggir tú land
Hevur tú hug og orku at luttaka í arbeiði okkara, at mynda elsta tjóðskaparflokkin í Føroyum? 26 samgongur eru skipaðar síðani 1948. Sjálvstýrisflokkurin hevur verði partur av 16 samgongum.
Sjálvstýrisflokkurin leggur dent á at útinna úrslit, ikki bara í samgongu, men eisini í samgongu; leggja dent á uppbyggjandi jaligar politiskar loysnir. Úrslitini tala fyri seg.
Handan leiktjøldini...
Hetta er eitt gott høvi at forvitnast og fáa innlit í politiska landslagið, um tú ivast í tínum politiska áhuga.
Millum annað kanst tú hjálpa valevnum til løgtings-, kommunu- og fólkatingsvalval. Eisini kanst tú fyriskipa politisk tiltøk, pallborðsfundir og mangt annað.
Vit lyfta í felag!