Vit taka ábyrgd av teimum veiku

Vit taka ábrygd av teimum veiku

Tað eru ikki øll, sum eru fødd við eini gullskeið í munninum. Vit hava ikki øll sama útgangsstøði. Nøkur eru fødd við breki, og onnur menningartarnaði, og tí ikki førleikan at arbeiða. Onnur eru tyngd av sálarsjúku, meðan onnur hava ongantíð fingið ein møguleika, ella førleikan til at klára seg sjálvi. Tað er orsøkin til, at vit hava bygd upp eitt vælferðarsamfelag, har vit hjálpa hvørjum øðrum. Har tey, sum hava møguleika tryggja, at tey heilsuveikastu fáa eitt gott og virðiligt lív.

Sjálvstýrisflokkurin er flokkurin fyri teg, sum hevur ábygd fyri teimum, sum eru verri fyri í lívinum enn tú sjálv/ur.

Faldaragluggin
Á teiginum “Faldaragluggin” er eisini møguligt at fáa góða kunning um onnur politisk sjónarmið – við at fara inn á hesa slóina: http://sjalvstyri.fo/index.php/faldarir/.