STEVNUSKRÁ SJÁLVSTÝRISFLOKSINS

…. lýsir aðalmál floksins, og er karmur um virksemið floksins, og tí leggja vit eisini stóran dent á:

  • At styrkja og menna førleikan hjá tí einstaka, at taka ábyrgd við miðvísari tráan eftir útbúgving, gransking, mentan, heilsubót og rættartrygd.
  • At hjálpa menningartarnaðum, sálarsjúkum, fólkum við breki, eldi fólkum, sum eru óhjálpin, og familjum teirra.
  • At nýhugsan á øllum økjum skal slóða fyri bíligari rakstri, einføldum lógarkarmum og kunngerðum – bæði hjá øllum borgarum landsins, allari vinnu, og tí almenna.
  • At náttúran- og umhvørvi fært hægstu verju.

Her niðanfyri ber til at lesa stevnuskránna:

Flokkurin er sjálvstýrisflokkur. Tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri. Málið er, at føroyingar fáa fullan avgerðarrætt í
egnum landi, og verða viðurkendir sum tjóð í øllum altjóða og millumlanda viðurskiftum.

Flokkurin er sosialliberalur. Samfelagið skal byggja á privata ognarrættin og frælsa fyritaksemi.

Støðið undir samfelagnum er ein demokratisk vælferðarskipan, har øll mennast og trívast.

Flokkurin ásannar, at neyðugt er við almennari stýring og eftirliti, og verður hetta at fremja við skynsemi og undir ábyrgd
mótvegis vinnuni og einstaka borgaranum.

Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna. Flokkurin verjir trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar og vinnufrælsið. Allir borgarar
skulu hava somu rættindi, skyldur og somu møguleikar.

Á hesum grundarlagi, hevur Sjálvstýri sett sær fyri, at tryggja lívsgrundarlag og sjálvsøgd rættindi hjá øllum borgarum. At
fremja ein rættvísan sosialan politikk eftir føroyskum fortreytum og at menna føroyskan siðarv, mál og mentan.

Virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð.

Ein nýggj stjórnarskipan verður gjørd fyri Føroyar.

Flokkurin stendur fyri eini hóvligari tilgongd, har málsøki verða yvirtikin so hvørt sum føroyingar sjálvir ynskja hetta, uttan
at seta vælferðina hjá fólkinum í váða.

Ein ítøkilig ætlan verður gjørd um, hvussu Føroyar stigvíst verða sjálvstøðugar og koma at virka á jøvnum føti við aðrar
tjóðir, so hvørt sum fíggjarligu fortreytirnar eru til staðar.

Avgerandi broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu.

Bert lógir, sum í síni heild eru samtyktar av Føroya Løgtingi, eiga at galda í Føroyum.

Føroyskur heimarættur og føroyskt pass eiga at verða staðfest.

Virka fyri at avtaka fólkatingssessirnar. Javnbjóðis partar í einum ríkisfelagsskapi eiga at hava somu skipan við umboðum
hjá hvørjum øðrum.

Føroya løgmaður verður valdur beinleiðis av fólkinum.

Tryggjast skal, at tilfeingið á landi, í sjógvi og undirgrund er ogn Føroya fólks og skal gagnnýtast við skynsemi, til frama fyri
tjóðina sum heild bæði nú og í framtíðini.

Landsrættindi Føroya verða varðveitt og ikki latin aðrari tjóð,millumtjóða feløgum, felagsskapi ella einstaklingi at ráða yvir.

Fíggjarorka landsins verður grundað á tað vinnuvirði, sum samfelagið skapar.

Skattaskipanin skal viðvirka til arbeiðshug, fyri allar samfelagsbólkar, bæði ung sum eldri.

Stórar tíðaravmarkaðar inntøkur til landið, skulu leggjast í ein búskapargrunn, fyri at forða fyri, at inntøkurnar ikki avskepla
búskap og kappingarføri landsins.

Sett verða ítøkilig átøk í verk, ið tryggjar búskaparligt haldføri, til tess at tryggja okkum, at grundleggjandi vælferðartænasturnar verða varðveittar í okkara samfelag.

Blokkstuðulin verður niðurlagaður í mun til búskaparstøðuna og fíggjarorkuna í samfelagnum, til hann at enda er burtur.

Orka
Lagt eigur at vera um til grønar orkukeldur skjótast gjørligt.

Endamálið við nýggja orkupolitikk landsins, eigur at vera, at vit gerast sjálvveitandi samfelag, ið viðvirka til sjálvbjargni.

Umskipanin frá fossilum brennievnum til vatn-, vind-, og aðrar nýtiligar orkukeldur eiga at verða stimbrað við betri fíggingar
møguleikum og lægri prísum.

Farast skal um náttúruna og umhvørvið við størsta varsemi.

Almenn fyrisiting
Almenn fyrisiting skal skipast við føroyskum loysnum til føroyska samfelagið. Ein nýskipan av allari almennari fyrisiting og tænastu eigur at vera gjørd við grundstøði í skjótleika og góðsku.

Virkað verður fyri, at persónligt frælsi við ábyrgd verður veruleiki, og at lóggáva og almenn fyrisiting nívir ikki hin einstaka,
men verður einføld og løtt at skilja.

Uttanríkismál
Landsstýrið hevur evstu ábyrgd, og leiðir allar samráðingar við onnur lond um mál, ið viðvíkja Føroyum.

Føroyar skulu hava sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum og øðrum altjóða felagsskapum.

Virkað verður fyri linna í heiminum gjøgnum altjóða samstarv.

Umboðsstovnur
Í teimum londum, sum vit samstarva við, eiga vit at nýta rættin til at stovna egnar umboðsstovur at røkja føroysk áhugamál.

Vinnulívspolitikkur
Føroyskum vinnulívi verður tryggjað góðar karmar upp á galdandi marknaðar treytir. Øll vinnurekandi skulu hava somu møguleikar at virka og gera seg galdandi.

Virka verður fyri frælsari kapping á marknaðinum.

Kappingareftirlitið verður útbygt og hert til tess at fyribyrgja monopolum og kartelavtalum.

Vinnugrundarlagið verður víðkað við øktari ídnaðarútbúgving og øktari landbúnaðar framleiðslu. Føroyskur heimaídnaður og
smáídnaður verður stuðlaður.

Fiskivinna
Virkað verður fyri at fremja miðvísa og burðardygga stovnsrøkt í fiskivinnuni grundað á praktiskar og vísindaligar royndir og serkøn faklig tilmæli.

Við tillaging í veiðiorkuni, við veiði avmarkingum, friðingum og øðrum tiltøkum verður miðað móti at gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt við besta samfelagsbúskapi fyri eyga.

Allir føroyingar skulu hava atgongd til ogn Føroya fólks. Fiskivinnan undir Føroyum skal hava 100% føroyskan eigarskap
framyvir.

Veiðu og fiskirættindi skulu lutast út, soleiðis at virðini styrkja samfelagsbúskapin best møguligt.

Grundarlagið undir fiskivinnuni eigur at vera gjøgnumskygni.

Tryggjað verður vinnuni støðugar tryggar karmar og trygg kor at virka undir.

Dentur verður lagdur á at menna fiskirannsóknir og gransking við øktum stuðli til Havstovuna og víðkaðum royndarfiskiskapi í heima- og altjóðasjógvi til tess at styrkja um tilráðingarnar um burðadyggan fiskiskap.

Kunningartøkni
Dentur verður lagdur á at geva kunningartøknini møguleikar at mennast og gerast lønsamur vinnuvegur og stuðul í landsbúskapinum.

Landbúnaður
Allur landbúnaðarpolitikkurin skal endurskoðast og lóggávan skal nútímansgerast. Skipað verður fyri frálæru og upplýsing við tí endamáli støðugt at menna vinnuna, so hon kann gerast týðandi og burðardyggur vinnuvegur í føroyska samfelagnum.

Nýggj uppgerð og góðskumeting verður gjørd av føroysku jørðini, soleiðis at javnbjóðis og samanberilig mál verða galdandi
fyri alt landið.

Fyriskipan verður gjørd fyri nýtsluna av lendinum til tess at forða fyri ovbiti og jarðarrivi (erosión). Sett verður í verk ein samskipa gagnnýtsla av landbúnaðarjørðini í Føroyum. 

Ídnaður
Føroyskur ídnaður skal verða fjøltáttaður, burðardyggur og kappingarførur. Skapast skulu góðar fortreytir fyri handverki og
ídnaði, soleiðis at hesar vinnur kunnu mennast og skapa grundarlag fyri enn størri virksemi og nýggjum arbeiðsplássum.

Handil
Við millumtjóða avtalum og samstarvi eiga vit at fáa best møguligt samstarv við millumtjóða marknaðar samgongur, soleiðis at flest møguligar handilsligar forðingar verða beindar burtur.

Handilslig átøk eiga støðugt at verða framd til tess at menna um samvinnuna við onnur lond.

Samferðslumál
Útbyggingin av samferðsluni heldur fram. Gjørd verður ein langtíðarætlan fyri útbyggingina við atliti til kostnað og tørv.

Viðlíkahaldið av samferðslukervinum skal raðfestast høgt fyri at tann hátt at økja um trygdina í ferðsluni. Effektivt útboð og
økt kapping skal viðvirka til at útbyggingin verður framd skynsamt.

Farmaflutningur
Ferða- og farmasigling eigur at vera á føroyskum hondum. Flutningsfyritøkur okkara skulu verða veitt kor, ið gera tær førar
fyri at geva dygga og kappingarføra tænastu eisini í altjóða samanhangi.

Ferðavinna
Stuðlað verður undir ferðavinnuna, og at hon verður samskipa. Eisini skal dentur leggjast á útbúgving innan ferðavinnu.

Oljuvinna
Dentur verður lagdur á at gera okkum tilbúgvin til at vera uppi í oljuvinnuni, um olja verður funnin í føroysku undirgrundini.

Føroyingar skulu hava fult ræði á øllum viðurskiftum í sambandi við rannsóknum og vinnu úr havbotninum ella slíkari vinnu
á landi.

Íverksetan

Stuðlað verður upp undir framburði, og skipað verður fyri góðum kørmum fyri íverksetan og menning.

Sosialmál
Sosiala forsorgin verður skipað eftir føroyskum fortreytum og viðurskiftum. Øll hava rætt til hjálp í samband við sjúku,
ófullføri, elli og arbeiðsloysi, soleiðis at tey kunnu liva eitt virðiligt lív. 

Almenn forsorg verður veitt eftir tørvi. 

Eftirlitið við almennu veitingunum verður ment og útbygt. Almenna forsorgin skal hava sum aðalmál aftur at gera fólk sjálvbjargin, og stimbra teimum mest møguligt í at gerast óheft av almennari hjálp, har tað er gjørligt Røktar- og ellisheim, vardar íbúðir, ansingar-, barna, og smábarnastovnar verða bygd eftir tørvi.

Heilsumál
Útbyggingar av heilsuverkinum verða framdar eftir eini heildarætlan fyri alt landið við tí endamáli støðugt at hækka góðskuog tænastustøðið.

Øllum borgarum verður tryggjað ókeypis sjúkraviðgerð, eins og læknakanningar til tess at fyribyrgja sjúkum. 

Heilsuverkið verður effektiviserað og rationaliserað út frá fakligum kanningum og tilmælum, soleiðis at hetta støðugt kann mennast til gagns fyri alt samfelagið.

Tað almenna veitir stuðul til heilivág og heilsutænastur, har tørvur er á hesum.

Familjan
Góður trivnaður í familjuni er gagnligt fyri bæði børnini, samfelagið og arbeiðsplássið. 

Politiska skipanin eigur tí saman við arbeiðsmarknaðinum at skapa karmar fyri, at familjur við smáum børnum hava møguleika at arbeiða minni, og síðan meira í øðrum tíðarskeiðum av lívinum. Arbeiðslívið eigur at tillagast eftir ymisku lívsfasunum, og út frá at vit liva longri.

Átøk eiga at vera sett í verk, ið fyribyrgir strongd og hjúnaskilnað í barnafamiljum, vegna høga arbeiðis- og peningatrýstið ið í stóran mun myndar samfelagið í dag. 

Politiska skipanin eigur sjálvsagt at stimbra undir búskaparvøksturin, men hendan strembanin má ikki ganga útyvir tað sunna familjulívið, ið uppá longri sigd kann vera skaðiligt og kostnaðarmikið fyri børnini, familjuna og landið sum heild.

Barnafamiljurnar skulu tí hava størri frælsi til at seta dagligdagin saman uppá, samsvarandi tørvinum hjá einstøku familjuni.

Málið
Føroyskt er megingrundarlagið undir øllum mentanarlívi, og okkara fremsti samskiftismiðil. Útbúgving í føroyskum á øllum
stigum verður ment, og dentur skal verða lagdur á dagliga menning og røkt av føroyska málinum, bæði hjá føroyingum og
tilflytarum. 

Málsligu førleikar føroyinga er ein umráðandi partur í samskifti við grannalondini, og hetta skal tí eisini røkjast.

Skúli og útbúgving
Landsins skúlaskapur verður skipaður á føroyska grund, og eftir føroyskum tørvi. Hann skal tryggja borgarum holla
frameftirlítandi útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll, sum hava hug og hegni, skulu hava møguleika at vinna sær
útbúgving – heima og burturi.

Fólkaskúlin skal støðugt dagførast og tillagast fyri, at næmingar fáa bestu frálæru. Sjóvinnuútbúgvingar skulu varðveitast
og mennast í Føroyum.

Mennandi og fjølbroyttar útbúgvingar- og granskingarætlanir, ið økja um útflutningarvirði og møguleikar, skulu raðfestast.

Mentan
Lista-, skjala-, bóka- og onnur søvn verða skipað og útbygd soleiðis, at tey kunnu veita øllum borgarum holla og dygga
tænastu.

Ansurin fyri list og tónleiki skal mennast.

Tjóðleikpallur skal byggjast.

Áhugaleikleiklistin verður stimbrað.

Føroyskur dansur og kvøðing skal hava góðar umstøður, so hesin mentanararvur okkara framhaldandi verður ein partur av føroyska samleikanum.

Fornminnini verða skrásett og kannað.

Integratión
Integratiónslóggáva skal gerast, ið eggjar tilflytarum til at integrera seg í føroyska samfelagið. Umfatandi og dygdargóða
undirvísing í føroyskum máli skal bjóðast øllum tilflytarum. 

Kommunurnar hava ábyrgdina av at seta sosial átøk í verk, sum inkludera tilflytarar í felagsskapin.

Ítrótt
Ítróttin verður ment og stuðlað, soleiðis at møguleiki fyri at íðka ítrótt gerst enn betur. Ítrótturin skal somuleiðis nýtast sum
ein týðandi liður í at bøta um fólkaheilsuna, og eigur í hesum sambandi at fáa bestu sømdir frá tí almenna.

Kommunumál
Virkað verður fyri betri samvinnu millum kommunur, og fyri at kommunur sjálvbodnar leggja saman í størri eindir, so at tær
kunnu gerast førar fyri at loysa meira víttfevnandi uppgávur til frama fyri alt samfelagið.

Miðað verður ímóti, at kommunurnar fáa størri avgerðarrætt í kommunalum spurningum og ábyrgd av egnum avgerðum.

Kommunala eftirlitið verður útbygt og styrkt.

Heildarætlan verður gjørd, soleiðis at rakstrar- og íløguætlanina hjá landi og kommunum verða samskipaðar til frama fyri samlaða landsbúskapin.

Náttúru- og umhvørvismál
Tiltøk verða framd, so at náttúran verður ikki óneyðugt skemd av bygging, vegagerð, burturkasti, dálking og slíkum.

Djóralívið verður fjálgað um við bøttum friðingarreglum.

Dentur verður lagdur á at fyribyrgja dálking á landi, sjógvi og í luft, heima og í altjóða samstarvi.

Trygdarætlan verður gjørd at taka til í umhvørviskreppu.

Náttúruráð verður sett á stovn.

Kommunurnar skulu seta upp reinsiverk til tess at verja umhvørvið móti dálking.

Gjørdar verða lógir og reglugerðir fyri ferðafólk og ferðafólkavinnu í samráð við kommunurnar til tess at verja umhvørvið.

Eftirlitið við djórum- plantum og annars øllum livandi kyktum verður styrkt til tess at verja føroysku náttúruna móti skaðiligum umhvørvisligum árini uttanífrá.

Ferðsla
Tiltøk verða sett í verk til tess at bøta um trygdina, serstakliga í fjølbygdum økjum.

Upplýsing um ferðslu, eigur at vera týðandi táttur innan skúla og í allari frálæru.

Trivnaður
Førdur verður miðvísur trivnaðar politikkur, sum hevur sítt fremsta stavnhald at bøta um mentanar- og trivnaðargruindarlagið.

Ítróttur, tónleikur, list, filmur, dansur sjónleikur, mentunarlig tiltøk. undirhald v.m. eiga at fáa bestu sømdir trivnaðinum at frama.

Onnur ferðsla enn bilferðsla eigur at verða raðfest hægri. 

Gongubreytir og breytir til aðra ferðslu enn bilferðslu, eiga støðugt at verða útbygdar.

Rættartrygd
Stýriskipan og lóg um ábyrgd landsstýrismanna verður endurskoðað við tí endamáli at tryggja eftirlit við politisku skipanini.

Rættartrygdin verður sett í hásæti, og tryggjað verður, at øll grundleggjandi skulu verða líka fyri lógini og at lógarbrot fáa avleiðingar.