Vit hava brúk fyri hjálparfólki og valevnum

Vit hava brúk fyri ungum sum eldri, monnum og kvinnum, arbeiðarum, starvsfólkum, handverkarum, sosialarbeiðsfólki, skúlaungdómi, sjálvstøðugum, pensjónistum og íverksetarum.

Uttan mun til lívsroyndir ella bara glað og áhugaði fólk, so er pláss fyri øllum. Eingin er føddur við politiskum royndum, tær koma so hvørt.

Í Sjálvstýrisflokkinum leggja vit dent á at lyfta í felag, menna føroyska samfelagið á øllum økjum, menna vinnur og góð hugskot, umhvørvi í fremstu røð, hjálpa teimum sum hava brúk fyri hjálp, og fáa fult ræði á landi okkara.

Vælkomin at skriva ella ringja. Teldupostur okkara er: lasse@sjalvstyri.fo, telefon 512494, at frætta nærri um virksemið floksins.

Hvussu verður løgtingsval útskrivað?
Sambært § 6 í stýrisskipanarlógini verða løgtingsmenn valdir fyri 4 ár í senn. Tó kunnu løgmaður ella Løgtingið sjálvt, nær ið vera skal, taka avgerð um at skriva út nýval. Løgmaður kann koma við einari fráboðan um, at hann skrivar út nýval, meðan Løgtingið kann taka avgerð um hetta við einum uppskoti til samtyktar sambært § 48 í Tingskipanini. Gamla tingið hevur fullar heimildir, til nývalda tingið er sett. Tað áleggur løgmanni at skipa so fyri, at nýval verður hildið, áðrenn valskeiðið er runnið.

Lagttingsval var seinast 31.08 – 2019.

Hvussu er eitt tingár skipað?
Løgtingið verður sett ólavsøkudag, kl. 13, tá tingárið byrjar og heldur fram til ólavsøku árið eftir. Løgtingsárið 2020 gongur sostatt frá ólavsøku 2020 fram til ólavsøku 2021. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har skrúðgonga verður hildin, og síðan aftur í tingið. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu. Nógv virksemið er í tinginum frá oktober til jóla, tá fíggjarlógin við fylgilógum skal vera samtykt umframt tey lógaruppskot, sum skulu hava virknað frá 1. Januar. Somuleiðis er nógv virksemið í tinginum í mars og apríl mánaði, áðrenn tingið fer heim seinast í apríl ella fyrst í mai.

Hvussu verður løgtingsformaðurin valdur?
Tá nývalda løgtingið hevur góðkent valbrøvini, verða løgtingsformaður og næstformenn valdir. Tingið velur fyrst løgtingsformannin uttan umrøðu ella nevndarviðgerð. Tá hesin er valdur, tekur hann við beinanveg og hevur fullar heimildir at skipa tingarbeiði. Síðan tilnevna flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, uttan flokkurin, sum løgtingsformaðurin er úr, eftir stødd tingmann til 1., 2. og 3. Næstformann. Stendur á jøvnum í tingmannatali millum flokkarnar, ræður lutakast. Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið, uttan so at teir sjálvbodnir leggja frá sær, ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum, tvs. minst 27 tingmenn, skrivliga krevja nýval av formansskapi.

Hvussu verður løgmaður valdur?
Tá løgmaður skrivar út val, uttan at hava boðað frá, at hann leggur frá sær, kann hann halda fram sum løgmaður eftir eitt komandi val, um hann ikki hevur ein meiriluta av tinginum í móti sær. Hann kann tá velja at halda fram við sama landsstýri, ella at skipa hetta av nýggjum, t.d. saman við øðrum flokkum enn teimum, sum sótu frammanundan. Um løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella tingið hevur samtykt misálit á løgmann, starvar løgmaður og landsstýrið, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Í slíkum førum kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Tá løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs at siga, hvønn teirra flokkur mælir til skal fáa litið upp í hendur at skipa nýtt landsstýri. Løgtingsformaðurin gevur síðani hesa heimild til tann, sum hevur fingið bestu undirtøkuna og harvið besta møguleikan at skipa landsstýri. Innan 10 yrkadagar eftir, at løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella innan 10 yrkadagar eftir fyrsta løgtingsfund aftaná valið, skal løgtingsformaðurin leggja uppskot um løgmansevnið fyri løgtingið til atkvøðugreiðslu.

Hvussu nógvir løgtingsmenn eru?
Sambært § 2 í stýrisskipanarlógini kunnu tað vera upp til 33 tingmenn. At tað júst eru 33 og ikki færri, er nærri ásett í løgtingsvallógini. Løgtingið kann sostatt samtykkja at broyta løgtingsvallógina, soleiðis at tað skulu vera t.d. 32 tingmenn, men kann ikki broyta hetta talið, so tað verður hægri enn 33. Til tess krevst fyrst ein broyting í stýrisskipanarlógini.

Í løtuni verður arbeitt við spurninginum um valevnir til komandi løgtingsval, og tey verða kunngjørd áhesi síðuni so hvørt støða er tikin til hvør uppstillaðs skal.

Tað er landsnevnd floksins sum hevur ábyrgdina av uppstilling, og góðkennir uppstilling floksins, og biður um uppskot til valevnir frá økisfeløgum.

Hevur tú serstakan áhuga at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin, ert tú vælkomin at boða frá hesum.

Stevnuskrá floksins er grundarlagið undir eini komandi valskrá. Í løtuni fyrireikar Landsnevndin temafundir millum limir, nevndir og álitisfólk floksins, og hetta arbeiði skal enda við eini valskrá, sum flokkurin ferð uppá val uppá til komandi løgtingsval.

Ert tú áhuga/ur at verða við í hesum arbeiði, ert tú vælkomin at boða frá á hesi slóðini: 

Vit hava brúk fyri allari tí hjálp vit kunnu fáa, og tí ert tú vælkomin at boða frá á hesi slóðini:  , og vit seta okkum í sambandi við teg.

Samband fæst við at senda teldupost til: lasse@sjalvstýri.fo, ella ringja telefon 512494. Eisini ber til at seta seg í samband við floksformannin og formannin í Landsnevndini.

Í samgongu og samstarvi tók Sjálvstýrisflokkurin stig til:

  • At seta Atlantic Airways á stovn •
  • Undirsjóvartunnil um Vestmannasund •
  • Hangar til flogfør á flogvøllinum •
  • Útvarp Føroya á stovn •
  • Sjónvarp Føroya á stovn •
  • Yvirtøkur av málsøkjum undir Føroyskt ræði •
  • Serstaka útbúgvingar avtalu á flog økinum •
  • Samtíðarskattaskipanina í verk •
  • Skálafjarðartunnilin •
  • At menna skúla og mentan •
  • At menna heilsu- og sjúka viðgerð •
  • At hjálpa menningartarnaðum og sálarsjúkum •
  • Geva næmingum til hægri lestur størri stuðul •
  • Gongd á bygging av íbúðum •

Eisini jaligur í andstøðu
Tað er ikki bara í samgongu, men eisini í andstøðu, at Sjálvstýrisflokkurin leggur dent á uppbyggjandi jaligar politiskar loysnir. Tað snýr seg í mest møguligan mun, at ávirka gongdina til frama fyri góðar politiskar loysnir.

Luttikið í 16 samgongum síðani 1948
Sjálvstýrisflokkurin er ein pragmatiskur flokkur í miðjuni í føroyskum politikki, og ein stórur flokkur, tá tað kemur til politiska ávirkan. Vit vilja heilt einfalt hava mest møguliga ávirkan á føroyska samfelagið, bæði tá talan er um samgongu og andstøðu.

Lítil ivi er um, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verði ein tungvekttari, tá talan er um luttøku í politiskum landsstarssamgongum. 26 samgongur eru skipaðar síðani 1948. Sjálvstýri hevur verði partur av 16 samgongum.