Nú ber til at fáa innlit um støðu Sjálvstýrisflokkin á ein einfaldan hátt.
Vangamyndin lýsir floksins støðu sum sosialliberalur flokkur. Sum hevjar seg upp um:
• Lokal áhugamál • Vinnu áhugamál • Fakfelags áhugamál,
…. og sum leggur dent á at FØROYAR eru til fyri allar FØROYINGAR.
Sosialliberalisman setur ikki:
• Býir • Bygdir • Oyggjar • Umsitingareindir.
– upp ímóti hvørjum øðrum.
Vit taka atlit til HEILDINA, óheft av áhugabólkum og fólki ið royna at ávirka politisku gongdina.
Lesið faldaran á hesi slóðina: https://sjalvstyri.fo//index.php/faldarir/.