Í hesum døgum skipar Sjálvstýrisflokkurin fyri temadøgum.
Fyrsti temadagurin verður 1. oktober 2022 á Skúlaheiminum í Tórshavn.
Tey sum luttaka í temadegnum eru umboð fyri allar nevndirnar fyri økisfeløgini:
Streymoyar Sjálvstýrisfelag,
Norðoya Sjálvstýrisfelag,
Eysturoyar Sjálvstýrisfelag,
Suðuroyar Sjálvstýrisfelag,
Unga Sjálvstýri.
Herumframt álitisfólk floksins, og umboð fyri Sandoynna og Vágar.
Evnini á fundinum snúgva seg um mál av týdningi fyri okkara samfelag.
Um so er at tú hevur áhuga fyri at luttaka á slíkum fundum, ert tú vælkomin at boða frá hesum.