Í 1964 tók fyrsta kvinnan sæti á løgtingi. Tað var Malla Samuelsen úr Sjálvstýrisflokkinum, sum tók sæti á tingi 55 ára gomul.
Hon var virkin í felagsarbeiðinum hjá Streymoyar Sjálvstýrisfelag. Hon tók javnan lut í politiska orðaskiftinum, og hevði avgjørdar meiningar um samfelagsviðurskiftir, og var nógv vird fyri síni politisku sjónarmið
Malla var fødd og vaks upp á Kirkju í Fugloynni. Malla misti mammuna, tá hon var 8 ára gomul, og hon vaks síðan upp hjá ommuni og abbanum í móðurætt.
Foreldur hennara vóru Petur Pauli Poulsen (1881-1957 og Susanne Elisabeth Zachariasen (1885-1919.
16 ára gomul flutti hon til Havnar, har hon var húshjálp og gekk á háskúlan. Síðan fór hon til Danmarkar at læra til garvara. Í 1935 giftist hon við Carl Niklas Samuelsen og búsettist í Havn. Tey fingu 3 børn: Beinta fødd í 1936, Elinborg fødd í 1942 og Sjúrður føddur í 1947.
Malla var ein av stigtakarunum til Kvinnufelagið í Havn í 1952 og sat sum forkvinna í nevndini í fleiri ár.
Eisini fyrsta kvinna í býráðnum í Havn
Í 1956 gjørdi Kvinnufelagið listasamband við Sjálvstýrisflokkin til býráðsvalið í Havn, og Malla Samuelsen var vald sum fyrsta kvinna í býráðnum í Havn, sum umboð fyri Sjálvstýrisflokkin. Hon sæt í býráðnum frá 1956 til 1960, og var forkvinna í sosialu nevnd øll árini.
Í 1964 tók hon sæti sum varafólk í løgtinginum fyri Sjálvstýrisflokkin og varð sostatt fyrsta kvinna, sum tók sæti á Føroya Løgtingi.
Í 1965 gjørdist hon leiðari á Ellis- og røktarheiminum í Havn og var leiðari har í 13 ár.
Malla Samuelsen, fødd Poulsen, var borðin í heim 11. juli 1909, og andaðist 29. november 1997 sum 88 ára gomul.