Suðuroyartunnilin – ein verulig samferðsluvón ella følsk dreymasjón?
Tað veldst um hugburð okkara.
Halda vit, at tað ber til at gera Suðuroyartunnil, ber hetta til. Um vit halda, at tað ikki ber til, ber tað ikki til!
Útsøgn og hugburður danska amtmansins, Lorentz Højer Buchwaldt (amtm. millum ár 1884 til 1897), hevur í ávíst mát enn gildi í Føroyum.
Amtmaðurin vildi verða við, at: “Í Føroyum er ov bratt, og tí verður tað ongantíð koyrandi í landinum”.
Lítið kemur av lítlari vón
Fyri 19. øld tók áræði dik á seg í eini undirbrotligari samtíð. Lítil birtil kyndi stóran eld, tá unglingi í Kirkjubø reið við hestavogni um Kirkjubøreyn til amtmansborgina í Tórshavn at greiða Buchwaldti frá, at her á landi er akandi við hestavogni, og at vegakervi kann gerast í Føroyum. Tíðin spekir vitið, og sjón gongur fyri søgn í dag.
Høvdu vit knæsett hugburð amtmansins, høvdu vit eitt afturúrsiglt Føroyar í dag. Lítla vónin amtmansins vann tíbetur ikki frama.
Vindættin í Føroyum skiftir, og tað ger orðaskifti um Suðuroyartunnilin eisini. Spurningurin er, um orðaskifti hevur verið uppbyggjandi fyri samfelagið, og um vit hava skilt og viðgjørt málið nóg væl? Tað er gamalt, at tøgn ikki kemur á ting, og skoytast kann uppí, at tøgn er hin vissi deyði suðurøkisins.
Óneyðugt mannafalsdalsstríð
– ein søgulig og samtíðarlig hugleiðing um samanhald føroyinga
Sunnanmenn, beri ikki vestanmonnum og norðoyingum krígsboð!
Áður hevur tógvið stríð leikað á økjanna ímillum. Størsta ósemjan var, tá kirkjuskattur varð kravdur inn til Magnusar Katedralin í Kirkjubø um aldaskiftið 13-14. øld.
Fólk sunnanfyri Hórisgøtu vildu ikki vita av hesum skatti (Sandoy, Skúvoy og Suðuroy). Ósemjan gjørdist vápnað stríð, og í tveimum umførum brustu sunnan- og norðanmenn saman.
Stórt mannfall var í fyrstu orrustuni í Mannafalsdali, og enn sigast bøir og heyggjar at verða reyðlittir av reystmennannablóði.
Slíkar ósemjur er klekimaskina til vansigur Føroya; tíverri verða ósemjur klaktar enn.
Nú tekst til teir hørðu streingirnar. Kjakið snýr seg um, hvørt vit skulu avtaka ferðagjaldið í undirsjóvartunlunum vestur/norður, verja arbeiðsloysisskipanina ELLA byggja ein Suđuroyartunnil.
Hetta er sera óheppið, tí hetta er ikki eitt mál, har ein antin er fyri ferðagjaldsavtøku, ALS ella Suðuroyartunlinum.
Vit mugu varða okkum fyri klekimaskinum, sum bryggja vansigrar í vantandi innliti, ósannindum og leysasøgum. Øll hava í slíkum høpi skyldu til at tilvega sær innlit og vitan landinum at frama – serstakliga hava tey fólkavaldu slíka skyldu!
Eg fari at heita á sandoyingar, skúvoyingar og suðuroyingar, at vit ikki bera norðoyingum og vestanmonnum krígsboð, tí við hetta verður eingin Suðuroyartunnil – bert avlagandi stríð.
Vit í suðurøkinum skulu stuðla norður- og vesturøki. Halda vit ikki saman, brestur vónin um felags samferðslukervi. Vónin er, at vit umsíðir fara at halda á somu kós sum vestanmenn og norðoyingar.
Føroyar er eitt likam, sum skal samvirka; skera vit, bløða allir føroyingar úr somu lívæðr. Vit skulu ikki vevja Suðuroyar-, Norðoyar- og Vágatunnilin saman í eitt klandursmál, tí hetta elvir mótstøðu og avlagar okkum sjálvi.
Orkan skal ikki fara fyri skeytið í klandri og slíkum ørskapi. Vit skulu leita fram fíggingarmøguleikar, sum eru rættvísir og samhaldsfastir. Samhaldsfesti fevnir um ALLAR føroyingar, tí vit skulu øll lyfta í felag – samferðslukervið knýtir okkum saman.
Meira vit nýta og hava brúk fyri farleiðini, størri ágóða ber hon samfelagnum. Um kostnaður og avgjøld halda okkum aftur, er minni vunnið.
Skuldarleys eru vit fræls
Verkætlanirnar eru dýrar, og skuldin skal berast aftur, men vit skulu miðja eftir teymaleysum ferðafrælsi í landinum, og hetta við rættstundisligum umhugsni.
Fyllið skotgrøvirnar og byggið land!
”Tađ er ikki giviđ føroyingum at standa saman”, yrkti Hans Andrias Djurhuus.
Føroyingar mega sláa manngarð um framburð Føroya. Vit mugu ikki forkoma framburði landsins vegna kloyvingar- og stammupolitikk, nú vit umrøða viðkomandi fíggingarmøguleikar til frama fyri Suðuroyartunli føroyinga.
Latiđ okkum prógva, at útsøgn Hans Andriasar og Buchwaldts, sum stendur sum níđstong yvir føroyska fólkinum, ikki hevur nakađ veruligt gildi her á landi!
Hetta er eitt land, eitt fólk, og vit skulu standa saman sum eitt!
ALS-stýrið mælir til inngjaldslækkan
Stór eginogn í arbeiđsloysisskipanini er tryggjađ vælferđ.
Tað er so, at ALS-grunnurin er ogn Føroya fólk. Arbeiðsfjøldin skal standa á fastari hellu; ikki darla sum tongul yvir leysum sandbotni.
Umrøddi fíggingarleistur Suðuroyartunnilsins umvegis lækkað ALS-gjald ger seg IKKI inn á arbeiðsloysisskipan føroyinga. Hetta er misskilt, og fáir sløktir vitar í løgtinginum hava gruggað málið og skapað kloyving millum manna. Um eggjanin til ósemjur stendst av leti, vantandi vitan ella ósiðiligum atkvøðufiskiskapi, er ikki tespiligt at vita.
ALS-stýrið hevur mælt til inngjaldslækkan, tí keraldið er á tremur. ALS-stýrið grundar avgerðina á arbeiðsloysistøl, samfelagslig fíggjarviðurskiftir, heimsbúskap o.s.fr.
Inngjaldslækkanin kemur skattagjaldaranum til góðar, tí inngjaldslækkan merkir, at minni verður kravt inn umvegis ALS-inngjald.
Á borgarafundi í miðnámsskúlanum í Hovi leygardagin hin 23. juli 2022 skjeyt Mourits Joensen, búskaparfrøðingur og fyrrverandi fíggjarleiðari hjá ALS, upp, at lækkanin av ALS-gjaldinum – sum ALS-stýrið nú hevur mælt til – fór í ein grunn til frama fyri Suðuroyartunnil føroyinga.
Skattgjaldarans fíggjarstøða verður óbroytt, um niðurskurðurin í ALS-inngjaldinum verður beindur í ein grunn sum stovnsfæ (byrjunarkapitalur) Suðuroyartunnilsins.
Á bogarafundinum sipaði Mourits til, at ALS-gjaldið ofta er lækkað áður.
Dømi um lækkingar í ALS-gjaldinum. Sí tøl niðanfyri:
1997: lækkađ viđ 0,25% til 2,50%
1998: lækkađ viđ 0,25% til 2,25%
1999: lækkađ viđ 0,25% til 2,00%
2000: lækkađ viđ 0,25% til 1,75%
2001: lækkađ viđ 0,25% til 1,50%
2002: lækkađ viđ 0,25% til 1,25%
2003: lækkađ viđ 0,75% til 0,50%
Brot úr lesarabrævið hjá Mouritsi Joensen:
“Á fundinum var dømi um fíggingarleist, at um ALS-stýrið saman við avvarandi landsstýrismanni velur at lækka gjaldið, kann politiski myndugleikin umhugsa at seta lækkaða inngjaldið í ein grunn, sum so kann brúkast sum kapitalinnskot í Suðuroyartunnilin.”
Hann heldur fram:
“Ein framrokning vísir, at lækkar ALS-gjaldið við 0,25% eins og árini 1997 til 2002, vil tað geva umleið 600 mió. kr. yvir 10 ár. Um ALS gjaldið lækkar við 0,75% eins og í 2003, vil tað yvir 10 ár verða 1,8 mia. kr.
Hetta eru stórar upphæddir, ið høvdu munað væl, tá Suðuroyartunnilin skal gerast.”
Tølini, sum Mourits sipaði til, kunnu tryggja okkum fígging til eina haldgóða suðurleið.
Inngjaldið í ALS er grundað á eina sera rættvísa og samhaldsfasta skipan – ein hin mest samhaldsfasta í hesum landi – og tað er líknandi skipan, vit skulu hava. Vit mugu taka øll fíggjarlig fyrilit, tá vit fara undir størstu og dýrastu verkætlan í Føroya søgu.
Framhald verður í komandi lesarabrævi um Suðuroyartunnilin, tá onnur viðkomandi evnir og viðurskiftir verða lýst.
Stundin er komin til handa at byggja land í sátt og semju
Snæbjørn Bærendsen,
Formaður Suðuroyar Sjálvstýrisfelag