Eitt óvirðiligt samfelag

Fólkapensionistar og arbeiðsmarknaðurin.

Føroyska samfelagið hevur verið undir einum fúkandi menning seinnu árini. Vit hava tosa um gongdina frá bóndasamfelagnum til fiskivinnusamfelagið. Hvat gongdin í dag skal eita fari eg ikki at geva eitt boð uppá, men koma við nøkrum viðmerkingum um viðurskifti sum tykjast óvirðilig.

Arbeiðsmarknaðurin fegnast um eina ”fast track skipan” sum ger tað lætt at fáa arbeiðskraft úr ávísum londum.

Samstundis er samfelag okkara soleiðis innrættað, at tøk arbeiðsmegi í landinum er bundin niður og sleppur ikki á arbeiðsmarknaðin.

Her hugsi eg um fólkapensionistarnar, sum í dag, í flestu førum, eru nógv betur fyri, enn okkara fólkapensionistar hava verið tað í farnum døgum.

Ógvist um hugburðin
Hví fara útum landoddarnir eftir arbeiðsmegi, heldur enn at lova føroyinginum at halda fram í vinnuni eftir at vera farnir á pensión.

Eg ógvist við henda hugburðin. Tað geri eg tí at eg haldi, at tað er eyðsýnt at vit skulu hugsa um okkara egna fólk fyrst!

Vit skulu sjálvandi hugsa um okkara egna fólk fyrst, tí at tað er best fyri samfelag okkara!

Hvar er virðingin?
Vit skulu hugsa um okkara egna fólk fyrst av virðing fyri teimum sum undan okkum hava gingið!

So vil onkur siga, at tað er eingin sum forðar fólkapensionistum at arbeiða.

Tað er rætt, fólkapensionisturin kann gott fara til arbeiðis, men undir teim fortreytum at hann, av tí almenna, ikki verður viðgjørdur sum almannaklientur.

Hugt verður eftir hvat fólkapensionisturin fær í lønarinntøku, og fer hann uppum eina ávísa láturliga upphædd, so fer almenna skipanin eftir viðbótunum sum hann fær afturat grundupphæddini og samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum.

Vit reypa, men …
Og hetta er tað sum er so dundrandi óvirðiligt – hví skal ein fólkapensionistur sum fær nakrar krónur eyka í lønarposan, revsast fyri ikki at fáa fullu úrtøku burturúr arbeiði sínum?

Vit reypa okkum av at hava eitt lágt arbeiðsloysi, og eri eg eisini ein teirra sum fegnast um at tað er soleiðis.

Føroyski búskapurin missir
Vit hava lóggávu sum loyvir at vit taka móti útlendskari arbeiðsmegi tá arbeiðsloysi fer niðurum eitt ávíst prosenttal.

Sjálvt ikki eitt met lágt arbeiðsloysi fær myndugleikarnir at vakna og lova fólkapensionistum okkara inn á arbeiðsmarknaðin!

Heldur ikki tann sannroynd, at ein stórur partur av inntøkuni sum útlendska arbeiðsmegin fær í løn fer inn í annan búskap, sum so verður styrktur við somu upphædd sum føroyski búskapurin missir, fær myndugleikarnar at vakna.

Samandráttur:
Fólkapensionistar okkara eiga, av nógvum givnum orsøkum, at vera viðgjørdir sum heiðursborgarar. Teir hava borði samfelagið víðari til okkara!

Pensiónin eigur at  vera á einum støði at tað ikki er neyðugt hjá fólkapensionistum at hava arbeiði umframt pensión, men hon eigur ikki at forða fólkapensionistinum at vinna sær nakrar krónur fyri at økja um inntøkur sínar!

Tað er óvirðiligt!

Sámal Petur í Grund,
floksformaður

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *