Tá ið val varð útskrivað, bleiv heitt á meg um at stilla upp fyri Sjálvstýri. Eftir nakað av umhugsunartíð, gjørdi eg av at taka av. Orsøkirnar eru fleiri, men tað kókar nokk niður til tað, at tað nyttar ikki at standa á síðulinjuni og hava sínar meiningar, uttan at aktivt royna at gera nakað við tað. Eitt sindur av royndum havi eg frá seinasta løgtingsvali, so tað er ikki púra ókent fyri meg.
Hví Sjálvstýri?
Tað er tí, at eg haldi, at mínar sannføringar, og tað, sum Sjálvstýri stendur fyri, renna væl saman. Fyrst og fremst at vera sjálvstýrisflokkur hevur týdning fyri meg, tí Føroyar er mín uppruni og mítt rótfesti. Her er mín trúskapur, og at vera stýrdur av fremmandari megi er ikki virðilig fyri okkara stoltu tjóð. Tá er ikki sagt, at man ikki skal samstarva, tí tað skal man; á jøvnum føti.
Sjálvstýri er eisini í einum skifti, har vit fara menna okkum aftur til ein sterkan flokk. Tað er tí gott høvi til at fáa kjakast og vent øllum evnum innanflokka fyri at koma til botns í teimum ymisku politisku evnunum. Sjálvstýri hevur eitt gott bakland við nógvum góðum fólki, ið veruliga eru til reiðar at bretta um ermar.
Í mótsøgn til tað vanliga rákið, haldi eg ikki, at allar uppgávur og trupulleikar skulu loysast við at seta meira land inn; ergo meira skatt. Tað fría valið, og at fáa einstaklingin at taka við ábyrgd, er betur enn toppstýring, og ein endaleysur herður av sosialarbeiðarum og sálarfrøðingum.
Seinastu árini hava víst okkum, at tað kann ganga ógvuliga skjótt at taka burtur frælsið hjá einstaka borganum. Nógv av okkum hava kent sviðan av at verða gjørd til b-borgarar fyri vaccinu. Tað stóð nógv á, og trýstið var ómetaliga stórt. Málburðurin var óhugnaligur. Vit hava til uppgávu at sláa garð um frælsið og tryggja okkum, at frælsið ikki gleppur okkum av hondum. Tíðanverri gongur tað bara tann skeiva vegin í løtuni.
Frælsið er sjáldsamt, og frælsið er sárbært. Tað er sprottið úr javnleikum móti teimum, sum vildu kúga. Frælsið hevur kostað blóð hjá milliónum av menniskjum kring heimin gjøgnum tíð og stað – heilt frá Gettysburg til Gulag. Í grundini er kanska eingin, sum er ímóti frælsi, men allastaðni eru tey, sum eru til reiðar at vraka frælsið fyri tað, sum í løtuni tykist at skína meira.
Komið við! So laga vit garðarnar uppaftur, slóða rásinar, reisa varðar og stinga út nýggja kós.
– Hjalmar Zachariassen