Hvat stendur Sjálvstýri fyri?

Í útvarpssendingini “Breddin” frá 10/11-22 sigur ein í panelinum, at viðkomandi ikki veit, hvat Sjálvstýri stendur fyri.

Á heimasíðu okkara Sjalvstyri.fo eru samlaðar 20 yvirskriftir, sum lýsa politisku sjónarmiðini hjá Sjálvstýrinum.

 Her eru m.a. 3 punkt, sum Sjálvstýri hevur á skránni:

  1. Vit vilja eisini uppraðfesta mentan og útbúgving. Eitt av málunum er at arbeiða fyri málmenningini hjá børnum okkara. Hetta gera vit m.a. við at bjóða starvsfólki á dagstovnum og skúlum serstakt skeið í, hvussu børn og ung menna sínar málsligu førleikar. Skeiðið skal bæði umfata tey, ið hava føroyskt sum fyrsta mál og tey, sum eru tví- ella trímælt. Sjálvstýri ynskir at arbeiða fyri føroyska málinum, sum er ein av mest týðandi mentunarligu arvum okkara. Eisini er umseting av fremmandamáli á netmiðlunum eitt týdningarmikið og kanska til tíðir gloymt amboð í málstríðnum.
  2. At menna samferðsluøkið og leggja meira landøki uppí Føroyar við einum Suðuroyartunli. Áleið 99 % av føroyingum verða knýttir saman, tá suðurgangandi landsvegur verður gjørdur. Hetta skapar risamøguleikar og samfelagsgagn fyri allar føroyingar, og eisini hevur Suðuroyartunnilin fíggjarligan ágóða við sær. Smyril eldist, og helst hevur hann eina írestandi livitíð á umleið 12 ár. Kostnaðurin fyri líknandi nýbygning er áleið 1. milliardir krónur – v.ø.o. nær um 1/3 av samlaða tunnilskostnaðinum. Raksturin av sjófarandi farleiðunum er kostnaðarmikil, og vísandi til kostnaðargreining hjá Landsverki í ár 2018, kostar Smyril 52 milliónir í rakstri árliga, ímeðan raksturin fyri Suðuroyartunli er mettur at verða áleið 23 milliónir krónur. Við tí er 29 milliónir krónur at spara árliga. Harumframt verður nýggjur Sandvíkartunnil gjørdur og vegateinar á Sandoy dagførdir. Nú skal bert fígging fáast til vega rættvísi, trivnaði, bjarging og samfelagnum at frama.
  3. Bústaðartrot er í Føroyum, og tíverri ganga søgur um føroyingar heima og uttanlands, sum ikki fáa innivist í Føroyum orsaka av bústaðartroti. Hetta er sera harmiligt, og hetta má undir ongum umstøðum góðtakast. Føroyingar skulu hava møguleika at búseta seg í íbúð, sum nøkta teirra tørv. Gamla orðatakið sigur, at “Har ið hjartarúm er, er eisini húsrúm” – latið okkum prógva hetta í verki og taka tøk saman. Møguleikarnir eru nógvir, umframt at byggja nýggjar bústaðir, kunnu vit eggja húseigarum, sum leiga út bústaðir til útlendsk ferðafólk, heldur at leiga út til føroyingar. Summarhús, og tóm hús annars, mugu vit taka upp til umrøðu í almenna rúminum, tí tað kann verða avlagandi fyri land og kommunur, at ov nógv tóm hús standa í sínum tóma hami og gløða út í tóman heim. Vit skulu húsa okkara fólki!

Her var eitt sindur sagt um politisku sjónarmiðini hjá Sjálvstýrinum.

Hetta vóru bert 3 av 20 dømum, sum Sjálvstýri hevur á heimasíðuni. Ynskir tú at lesa meir um politisku sjónarmiðini hjá Sjálvstýrinum – millum annað um eftirlønarfólk (pensjónistar), sum eiga breiðu herðarnir undir vælferðini – so eru tey at finna á “www.Sjalvstyri.fo”.

Vel Sjálvstýri tann 8. desembur.

Suðuroyar Sjálvstýri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *