Í 1977 varð eitt felag stovnað í Føroyum, sum vit í dag kenna sum Tutl. Tutl hevur verið við til at
gera føroyskan tónleik kendan, bæði her heima og runt um í heiminum. Ta tíðina, ið Tutl hevur
verið til, hevur plátufelagið ment seg til ein sannan mentanarstovn, har alt tað føroyska
tónleikaríkidømið er savnað á einum stað. Tutl er meira enn bara ein handil á Káta horninum, har tú
hevur beinleiðis atgongd til alt frá andaligum útgávum úr 1950unum til modernaðan tónleik í 2022.
Tutl er eitt plátufelag, sum gevur tónleik út vikuliga, eins væl og stendur fyri skráseting og hevur
ábyrgd av at tónleikurin verður borin víðari til útvarpsstøðir, bókasøvn o.a, sum ynskja tað.
Gáttin er lág, og opið er fyri øllum. Tónleikarar í Føroyum kunnu leita sær til Tutl, um teir ynskja at
útgeva sín tónleik at fáa hjálp og ráðgeving. Eg pástandi at tað er eingin annar stovnur, sum virkar
meira sum ein public service stovnur, sum Tutl ger. Tutl er fyri øll og av øllum.
Í dag kemur líka nógvur føroyskur tónleikur út upp á eitt ár, sum tað kom eftir einum áratíggju í
1980unum. Arbeiðsbyrðan hjá Tutl veksur støðugt, samstundis sum arbeiðsmegin minkar. Sum nú
er, eru 5 fólk í starvi hjá Tutl, men arbeiðir eingin av teimum fulla tíð. Har afturat hevur leiðarin øll
árini arbeitt sjálvboðið, og nú hann er væl yvir pensjónsaldurin, er tað ikki burðardygt fyri nakran.
Tí er tíðin búgvin til, at vit gera Tutl til eitt tjóðarplátufelag. Tað arbeiðið og úrslitið, ið Tutl fremur,
krevur at vit sum samfelag varða um stovnin. Tað haldi eg so dyggiliga at Tutl, um nakar innan list,
hevur uppiborið.
Um Føroyar framhaldandi ynskja eina savnaða varðveitslu av sínum tónleikaríkidømi og at halda
fast í tí núverandi rúkandi menningini á tónleikapallinum, hesum alstóra parti av
tjóðarsamleikanum, so er bert ein vegur fram til málið: At fíggja mentanarstovnin Tutl, so at hann
framhaldandi kann reka sítt umráðandi virksemi.
Hetta er ikki bara nakað, ið eg vildi arbeitt fyri, um eg kom á ting, men eitt evni sum eg veruliga
trúgvi, at allir føroyingar eiga at taka undir við. Tí er mín vón eisini, at óansæð hvat mín politiska
støða er, eftir tann 8. desembur, so verður hettarmálið tikið upp til politiska viðgerð.
X við mentan, X við Sjálvstýri, X við Danielsen.