Hví stillar Jóhanna upp fyri Sjálvstýri?

Jóhanna greiðir frá, at hon játtaði at stilla upp, tí hon vil at virka fyri, at tey eldru, sjúku og tey við likamsligum og sálarligum tørvi – umframt teirra avvarðandi – kunnu fáa ta tænastu og hjálp, sum teimum tørvar.

– “Í starvinum sum heilsurøktari havi eg sæð ein tørv á tænastum, sum kommunurnar og tað almmena ikki hava at bjóða í dag,” sigur Jóhanna.

– “Í arbeiðinum sum heilsurøktari havi eg merkt, at tænastunar í eldraøkinum einamest hava nøktað tann likamliga tørvin hjá borgaranum. Eisini havi eg sæð sera nógv einslig fólk, bæði í abeiðinum hjá tí almenna, og nú í mínum egna privata virki. Fleiri av hesum megna ikki at taka lut í ymisku tilboðunum, sum býurin hevur at bjóða. Aftrat hesum havi eg hitt nógv útbrend avvarðandi. Hesi høvdu havt gott av at fingið umlætting í gerandisdegnum.”

Við hetta ynskir Jóhanna at muna og leggja dent á tey avvaraðandi, og tann sálarliga og sosiala tørvin hjá borgaranum. Eisini vil Jóhanna virka fyri, at tey tørvandi kunnu fáa eina praktiska og hjálpandi hond í gerandisdegnum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *