Steðgið ognartøkuni

Til síðsta val var eitt evni, “Gongd í Haga”, ið snýr seg um, hvørt bøndur og jarðareigarir í Føroyum skulu hava rætt til at umsita sína jørð ella, at jørðin skal fella til politikkarar at umsita, soleiðis, at stóru ferðavinnuaktørarnir kunnu selja túrar á jørðini hjá øðrum. Tað, sum alt botnar í, er ognarrættindi.

Javnaðarflokkurin, sum stendur sterkur í veljarakanningum í løtuni, hevur lagt uppskot fyri tingið í ár at avtaka ognar- og avgerðarrættin hjá jarðareigarum í Føroyum. Verður einki gjørt, verur sjálvræðið tikið frá føroysku jarðareigarunum. Tað er eitt brutalt álop á rættartrygdina í okkara samfelag.

Sí uppskot her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10141

Tíðanverri eru tað nógv í akademisku elituni, ið síggja ognarrættindi sum eina forðing, ið eigur at beinast burtur til frama fyri teirra egnu visjónir. Onki er longur burtur frá sannleikanum enn tað.

Ognarrætturin er ein av grundsúlunum undir vælfungerandi samfelagi. Tá ið politikkarar eru úti eftir ognarrættindum hjá privata persóninum, er tað altíð í skapilsinum sum, at tað er “fólksins ogn”.

Eitt samfelag, hvørs ognarrættur ikki situr í hásæti, er eitt toppstýrt og ófrælst samfelag; ikki sjálvstýrt.

Hvat er ognarrættindi?

Øll, sum hava við børn at gera, kenna til tørvin at læra børn um reglar fyri spæl og trætur. Eittnú, hvussu leingi tey kunnu goyma seg, tá ið tey spæla krógva og blunda, hvør hevur rættin til eina leiku, ella hvør kann vera dómari í bóltspæli.

Eins og børn mugu læra seg nakrar reglar fyri at kunna hava góða sosialar relatiónir við hvønn annan, er tað sama galdandi fyri okkum vaksnu og samfelagið. Ímynda tær eitt samfelag, har ongin visti, hvør átti hvat. Tað hevði verið ræðuligt. Heimspekingurin, Thomas Hobbes, segði soleiðis: “Lívið í einum heimi uttan reglur og ognarrættindi hevði verið vemmiligt, brutalt og stutt”. Søguliga hava menniskju altíð verið varug við konseptið um ognarrættindi. Mannfrøðingar hava ongi samfeløg funnið, sum ikki kenna til ognarrættindi.

Vit kunnu fara so langt aftur sum til Platon og Aristoteles, har vit finna ogn bólkað sum konsept.

Í nýggjari tíð hava serliga John Locke og Adam Smith verið íblásturin til amerikonsku grundlógina, og eisini finnast lógir um tað sama í Stórabretlandi. Orsaka av, at ognarrætturin varð høgt virdur, gav tað grundarlag fyri nógvum handli og vinnulívi í hesum londum hetta tíðarskeiðið, sum gjørdi, at búskapurin vaks sera nógv.

Um sama tíðarskeið vóru tað alt fleiri fólk, ið meintu, at ognarrættindi áttu at verið avtikin, tí at tey hildu, at ognarrættindi skapaði sosialan ójavnvág. Í Kommunistiska Manifestinum (ár 1848) verða ognarrættindi mett at verða eitt produkt av kapitalismu. Friederich Engels og Karl Marx lýstu endamálið við kommunismuni sum avtøku av privatum ognarrættindum.

Fyri at síggja týdningin av, hvat hendir, tá privatur ognarskapur av arbeiðið, jørð og kapital ikki sleppur at virka, skulu vit bert líta at teimu kommunistisku stýrunum í 20. øld. Vantandi persónlig áhugamál, sum fylgja av privatum ognarrættindum, fór búskapurin í Sovjett, og tess satellitstátum, í sorl.

Støðan gjørdist so ring, at tað var eingin onnur loysn, uttan at reformera búskaparskipanina. Ikki tí tey nú ikki longur trúðu kommunismuni, men tí, at avleiðingarnar vóru so sjónligar, at ein var tvingaður at síggja veruleikan í eyguni.

Tað kemst ikki av ongum, at vit ofta endurtaka orðini í Grundlógini: “Ejendomsretten er ukrænkelig”. Tað er ein dýr vitan aftanfyri ognarrættindini, og sum heild henda týdning fyri samfelagið.

Hvat gera ognarrættindi?

Tað er júst tað, sum kemur undir heitið, “fólksins ogn”, sum verður rænt til einki er eftir – villini djór, havið og jørð eru merkisverd dømir. Hetta er kjarnin í, hví ognarrættindi yvirhøvur eru týdningarmikil. Ognarrættindi innibera persónligt sjálvseftirlit. Ongin skógur er í vanda fyri at verða oyddur, ongi djór eru í vanda fyri útrudding, og ongin drepur gásina, sum leggur gulleggini.

Ognarrættindi; er rætturin til at eiga, gangnýta og avgera, hvussu ein umsitur ognina. Tað kann vera hús, ein jarðarlutur, ein bilur o.s.fr. Tað eru í høvuðsheitum tríggir tættir, ið mugu vera lúkaðir fyri, at ognarrætturin skal virka til fulnar.

● Væl lýst/greinað
● Tryggjað/vart (ímóti státinum og nýtslu av øðrum)
● Umsetiligt

Um hesar tríggjar treytir ikki eru lúkaðar, tendur stríð um, hvør hevur rættin,
hvørjar avmarkingarnar eru, og um tey kunnu keypa ella selja fyri at loysa spurningin um
rættindi.

Ognarrætturin hevur grundleggjandi týdning fyri búskaparliga framgongd. Orsøkirnar eru tvinnar.

Avgerðinar vera tiknar av privatum einstaklingum, altso uttanfyri valdið hjá politikkarum.

Viðlíkahalda tað privata intiativið fyri einstaklingin at avseta tíð, orku, talent og ressursir, sum vóna at fáa úrtøku.

Við ørðum orðum, ein bóndi, ið drívur ferðavinnu, hevur allan áhuga í at tryggja sær, at ferðafólk ikki ganga seg í óførið, bøurin ikki verur niðurtraðkaður og virðið, hann umsitur, ikki minkar.

Teimum, sum ikki dámar ognarrættindi, síggja ognir sum serligar fyrimunir fyri tey fáu, og ikki sum eina heild í tí sosialu mannagongdini í samfelagnum, har búskaparligar avgerðir verða tiknar í skipan, sum hýsir privatum ognarættindum.

Meðan til dømis talufrælsið nær um ongantíð verður sæð á tann hátt; t.d sum serstakir fyrimunir fyri ein lítlan part av fólkinum, sum professionellir skribentar, journalistar ella politiskir aktivistar. Talufrælsið verður altíð mett grundleggjandi fyri eitt vælvirkandi samfelag. Men sjáldan sær akademiska elitan ognarrættindi sum ein neyðugan eginleika í marknaðarbúskapinum.

Sjálvstýri stendur saman um ognarrættin. Ein krossur fyri okkum, er ein krossur fyri ognarrættinum.

– Hjalmar Zachariassen

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *