Claus Martin í Grund er 33 ár og býr á Toftum. Claus er faðir at 2 børnum.
Claus var sjómaður frá ár 2006 og fram til ár 2013, tá hann legðist upp á land at koyra lastbil – Claus hevur koyrt lastbil síðani og lokið HF-prógv.
Claus er uppaldur hjá einum pápa, sum hevur verið í løgtingi og landsstýri, og sum altíð hevur brent fyri politikki – hetta hevur ávirka Claus.
Claus hevur altíð funnið íblástur í politikkinum, sum Sjálvstýri hevur havt.
Sjálvur hevur Claus hesi hjartamálini:
1. At uppraðfesta psykiatriina
2. At lesandi kunna arbeiða óavmarka uttan mótrokning
3. At betra um rættindir hjá pápum, sum hava børn, ið eru fødd fyri 1. januar 2023, tá lóg um felags foreldramynduleika kemur í gildi.
Vit fegnast um, at Claus stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin