Framá Sjálvstýrisflokkurin

Valevnir Sjálvstýrisfloksins stóðu seg óføra væl í politisku orrustuni á valfundinum í mentanarperluni, Salt, í Suðuroy í kvøld.

Tað góða stevið, sum Rúna Sivertsen, Suni á Dalbø og Sámal Petur í Grund løgdu lunnar undir á valfundinum í Lívdini, hevur givið sjálvstýrisskipinum góðan byr í seglini.

Aldargamli tjóðskaparflokkurin, Sjálvstýri, hevur sum Feniks reist seg úr øskuni, og hetta prógvaðu trý væl útborin valevnir í kvøld.

Umrøðuevnini vórðu fjøltáttað. Grøna leiðin, náttúruverja og hildarleikurin móti honum sjálvum í Sambandsflokkinum, rættvísi fyri føroyingar á arbeiðsmarknaðinum og okkara moralska skylda mótvegis ukrainum.


Vit fegnast um, at valevnini, Geir á Lofti, Sámal Petur í Grund og Hans Cecil Poulsen, stóðu seg so væl.

Sí atkvøðugreiðslu eftir valfundin niðanfyri:


Vit halda á á somu kós.

Við Sjálvstýriskvøðum!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *